Brúðardagbók – Brúðarferðin sum næstan ikki bleiv

Sum eg nevndi í fyrrverandi brúðardagbók, sat eg og hugdi eftir avboðsferðum, ímeðan hárið bleiv sett á brúðardegnum. Og ja, brúðarferðin bleiv heldur ikki funnin tann dagin..

Vit høvdu bílagt okkum ferðina niður til Danmarkar týsdagin eftir brúdleypið og Sigurd skuldi til arbeiðis umleið eina viku seinni. So vit vistu at vit máttu skunda okkum eitt sindur. Men hóast eg hugdi hvønn dag, so fann eg ikki ordiliga nakað, sum hóskaði til okkara ynskir.

Náhh, týsdagurin kom og vit flugu niður til Keypmannahavnar, og skuldu sova hjá systir Sigurd. Áðrenn vit løgdu okkum, blivu vit mestsum einig í, at vit neyvan fóru at finna nakra ferð. FRÆTA! Eg sum sooo gjarna vildi sleppa at ferðast!! Men har var onki at gera, tí vit tímdu ikki at brúka eina hundans rúgvu av pengum uppá brúðarferðina, og eg fann onki bíligt. So vit komu til tað niðurstøðu, at vit heldur fóru at brúka nakrar dagar í Keypmannahavn.

Men hvaaaaat hendi soo?? (eg veit ikki hvussu tað ber til, men eg eri ofta alt for heppin!!). Eg vaknaði rættiliga tíðliga mikumorgunin og hugsaði við mær sjálvari, at eg kundi royna at hyggja eeeinaferð afturat. Kaaaanska okkurt nýtt var komið??

PÍNAKNÚTIRNAR!!! Eg lúgvi ikki…. hetta var næstan eitt av okkara ynskjum, sum stóð og rópti eftir okkum, og so var tað niðursett við 40-50%!! YES!!

1 vika til vøkru italiensku oynna SARDINIA! Íroknað var flogferð + 4 stjørna hotel við morgunmati. Ferðin var við TUI.dk og vit høvdu ferðast við hesum selskapinum fyrr, og tá nýtist man mestsum ikki at hugsa, tá man fer avstað. Bussur heintar og avheintar á flogvøllinum og koyrir til hotellið, so tað er mestsum bara at gjalda og møta upp.

So nú skuldi maðurin vakjast og kuffertini pakkast um! klokkan var um 11-12 tá eg ringdi og fekk bílagt okkum ferðina og vit skuldu flúgva longu kl.17! Haha… vit anaðu ikki ordiliga hvat vit høvdu sagt ja til, men tað veit den. Tá vit komu á hotellið og lótu hurðina upp til kamarið, fingu vit ein skelk!!

Kamarið var størri enn øll íbúðin hjá okkum í Aarhus!! OMG vit høvdu veruliga verið heppin her. Har vóru tvey wc + baðikar!!!, stova, sovi umráð, tvær altanir osf.. hetta kendist ordiliga brúðarsligt! Altso har var deiligt. Vit ordiliga slappaðu av og hugnaðu okkum í hitanum. Vit høvdu ongar ætlanir, so vit tóku tað sum tað kom. Onkran dag leigaðu vit bil og koyrdu eitt sindur runt. Aðrar dagar lógu vit bara og dasaðu ímillum máltíðirnar. Óansæð so var hýrurin á oynni bara so góður og avslappandi, at hetta smittaði av á okkum. Sardinia er ein fantastiska vøkur oyggj og har var faktiskt ordiliga romantiskt. Vit kundu ikki ynskt okkum eitt betur stað til brúðarferðina.

At fara á brúðarferð vil eg heilt sikkurt viðmæla øllum pørum. Tað hevur sum so lítlan týdning hvar man fer, men avtí at tíðin undan brúdleypið kann verða eitt sindur stressandi, so er gott ikki at loypa aftur í gerandisdagin beint aftaná. Eisini gav brúðarferðin okkum loyvi til at brúka eina heila viku uppá at minnast allar smálutirnar til brúdleypið og bara endurliva og njóta allar løturnar vit júst høvdu upplivað saman við okkar allar bestu.

Niðanfyri sleppa tit at síggja eitt hav av myndum (og her havi eg avmarkað meg). Altso har var vakurt!

At njóta eina frálíka máltíð saman við sólsetur og livandi tónleiki við vatni, kann harðliga viðmælast.

 

Hetta var útsýnið vit vaknaðu upp til hvønn morgun. Tað var nemliga ein privat strond, ið var tilknýtt at hotellinum.

Ein heil vika, við “datenights” 😉

Býurin var so idylliskur og sjarmerandi. Eg kundi gingið og malt har í tímar og tímar. Helst tá italiensku ísarnir eru tiltiknir.

Tað var so nógv prýði sum hekk uttanfyri, í alskins litum og skapum.

“Um eg var ein súkkla….”

Tá vit vitjaðu “pastel býin” Bosa.

Vit fóru ein súkklutúr við hesum fitta litfagra bátinum og eg var soo spent.

M&K

Skriv et svar