Brúðardagbók – Dagarnir undan

Brúdleypið bleiv hildið á Hotel Skálavík! (kann harðliga viðmælast!)

Vit sluppu inn í hølið longu mikudag. (Fantastiskt ha?). Eg veit ikki hvussu ofta vit fyltu bilar, fyri at fáa alt pyntið suður á Sandoynna. Áhh herre min gud! Tað var so nógv, men við góðari hjálp, kom alt fram. (Gud havi lov, at eg hevði mammu og babba at minna meg á alt eg hevði gloymt!) Eg hevði enntá gloymt brúðarskógvarnir heima í Norðskála, so teir komu ikki suður fyrr enn leygardag á miðdegi!

Náhh, men mikukvøldið fóru vit í gongd við fyrstu verkætlanina í hølinum, har veistlan skuldi verða. Hetta innibær at fáa loftið at tykjast lægri. Vit brúktu tyll og ljósketir, ið blivu hongdar upp tvørturum rúmið. So har stóð eg og gav leiðbeiningar um hvar hvat skuldi hanga. Til alla lukku vóru nógvir hjálpsamir harrar sum tóku fatt, so tað gekk skjótt! (men sjálvandi dottu helvtin av ljósketunum niður aftur, beint áðrenn vit fóru heim! YES!)

Náhh, men vit fóru í gongd aftur hósdagin (niðurfolnu sjósketurnar komu uppaftur, og so var klárt til næstu verkætlanirnar). Fyrst skuldu vit í kirkjuna, at venja víglsuna. Altso hetta var deiligt. Eg spurdi prest, um vit ikki kundu gera hetta hvønn dag, tí tað var so deiliga avslappandi. Men tá flenti hann, og helt at tað kanska bleiv í so nógv. Mær dámdi so væl tíðina saman við presti, tí tá komu vit aftur til tað alt snúði seg um. Annars gekk man og mól rundan um alt pyntið og hvussu alt skuldi síggja út osf. Tað var skjótt at missa fokus í øllum hurlivasanum. So fyrireikingarnar til sjálva vígsluna, er heilt sikkurt nakað eg hugsi afturá við einum smíli.

Men halt kipp ikki, tað var hugnaligt at ganga og geri klárt. Øll familjan hjá mær var eisini komin suður, so øll vóru í gongd. Eisini vóru nógv onnur sum hjálptu til, og hetta var eitt tað hugnaligasta við øllum brúdleypinum. Man merkti spenningin millum fólkini, og hvussu øll gleddu seg til stóra dagin. Tað blivu nógvir tímar brúktir á hotellinum! Eg hevði ikki avgjørt akkurát hvussu alt skuldi síggja út. So tað var eisini rúm fyri kreativiteti og tað var stuttligt. Tiskil bleiv tað eisini eitt sindur av einum yvirraskilsi fyri meg, tá eg sá endaliga úrslitið av borðpyntinum og hølinum sum heild.

Hvør krókur hevði sítt egna “tema” og hetta riggaði so væl. MySelfie var í einum króki, Bommbuffetin í einum króki, høvuðsborðið mitt í (umringað av ljósareyðum pappírsblómum). Líka mikið hvar eg hugdi, var okkurt vakurt at síggja. Og hetta var júst tað eg ynskti fyri karmarnir til okkara stóru veistlu.

Sum eg kanska havi sagt áður, so var høvuðstemaðið pappírsblómur. Tú kanst slett ikki ímynda tær hvussu nógvar pakkar av kaffifyltrum vit brúktu. Tey vóru spjeidd aaalla staðni og vóru snøkt sagt brúkt til alt!

 Ístaðin fyri livandi blómur, so høvdu vit pappírsblómur í krukkunum á borðinum. Aftanfyri høvuðsborðið var ein veggur á 2,5×2,5 klæddur í pappírsblómum. Heiðursportrið/bakgrund til MySelfie var pyntað við pappírsblómum. Á veggjunum hingu stórir ringar, í vóru pyntaðir við pappírsblómum. So ja PAPPÍRSBLÓMURNAR vóru allar staðni! Men hetta gjørdi eisini, at temaðið bleiv gjøgnumført uttan at tað kostaði ein bóndagarð. Men allar hendurnar, ið hava verið við til at falda øll hesi fyltrini, havi eg langt síðani mist talið á. Eitt er í hvussu er sikkurt, eg hevði so aldrin klárað at gjørt tað sjálv.  (iiiihhh, hvat er tað ikki fantastiskt at hava góð fólk rundan um seg). Av tí at eg ikki heilt dugdi at ímynda mær hvussu tað fór at síggja út, bara við pappírsblómum, so valdi eg at bíleggja eitt sindur av brúðarslør eisini. Hetta riggaði faktiskt ordiliga væl, at hava saman við.

Vit høvdu eitt ótal av krukkum. Nú var eg so heppin at systir mín og maður hennara, blivu gift fyri tveimum árum síðani. Tey høvdu krukkur, so vit sluppu frá at fara at samla ella leita eftir tí. Eg broytti tær tó, við at spraymála allar krukkurnar í við ljósareyðum og hvítum. Eisini fingu nakrar eitt spray av pastel gulum, bláum og grønum. Síðani koyrdi eg blondirnar og annað pynt, sum systir mín hevði gjørt, omanyvir krukkurnar. Eg bleiv ordiliga vælnøgd við úrslitið av hesum.

Útyvir krukkurnar og pappírsblómurnar, høvdu vit nógv livandi ljós á borðunum (sum vit funnu útav, ikki at verða ein so góð samanseting) haha… tað hendi nakrar ferðir, at tað luktaði eitt sindur brent í hølinum. Men tað var sera pent áðrenn veistlan byrjaði (tað er jú tað sum er mest umráðandi ha?) 😉

Alt byrjaði at koma uppá pláss við borðætlanini, sanghefti, pynti, ballónslangum osf. Málið var, at hølið skuldi verða klárt fríggjakvøldið kl.21. Men hvat?? longu kl.20 var alt klárt, ruddað og vit kundu fara at slappa av. Meeeeen vit skuldu ikki bara slappa av!

(Framhald næstu ferð)

M&K

Skriv et svar