Brúðardagbók – Fyrsti mussurin frá manninum

Eg royndi at hyggja beint fram.. Har stóð hann, mítt hjarta, mín kærleiki, mín besti vinur.

Tað var fantastiskt at ganga fram ímóti honum, við babba við mína lið og allan kærleikan rundan um okkum. Smílandi andlit, ein hiti og friður, ið eg ikki kann greiða frá. Vígslan var veruliga tað vakrasta eg havi verið partur av.

Dagarnar undan víglsuna høvdu vit fingið eitt so gott forhold til prest, at alt kendist so natúrligt. Hann hevði fingið eina góða fatan av hvørji vit vóru sum einstaklingar og sum par. Tískil hevði vígslan júst røttu mongd av øllum tí, ið okkara forhold stendur fyri.

Talan hjá presti var so beinrakin! Tá hann byrjaði at tala um versið í bíbliuni:

 Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður; kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilskast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.

byrjaðu míni fyrst tár at renna. Hetta er eitt ørindi, sum eg havi lisið í nógv ár. Fyri meg er hetta tað í myndar kærleikan. Tá eg eri troytt ella ikki klári at hugsa klárt, minni eg meg sjálva á hetta ørindi. Vit hava øll lyndi til, at fara av sporinum við hvørt. Vit duga ikki altíð líka væl at elska tann vit eru saman við. Men tá er gott at hava okkurt, at stuðla seg upp undir, og hetta ørindi er mín stuðul. Tískil bleiv eg soo rørd, tá hesi vøkru orð blivu nevnd.

Fólk høvdu sagt við meg áðrenn, “minst til at njóta tað”. Hetta hevði eg lagt fokus á, at minnast til. Eg kláraði at njóta tað, alt sum tað var. Onkursvegna kendist hetta so natúrligt. Sum um at tað var ein sjálvfylgja at vit skuldu giftast.. Men tað er tað jú slett ikki! Vit høvdu tikið eina stóra avgerð, um at vit vilja liva saman. Hetta er jú slett ikki ein sjálvfylgja, og yvirhøvur ikki tá vit hugsa um at vit eru í 2017, og nógv slett ikki trúgva uppá hjúnarband longur. Náhh, men nú skuldu ringarnir á. Hetta gekk sum tað skuldi og endiliga kundi eg fáa fyrsta mussin frá mínum núkallaða MANNI! Wuhuuuu!

Tá vit komu niður aftur í stólarnar (nú somu megin), segði prestur at foreldur brúðrina, høvdu fingið eina sangarindu at framføra eitt lag fyri nýgifta parinum!! WHAAAAT??? Hetta vistu vit onki um, og vóru fullkomiliga tikin á bóli. Waaauw Waaauw! Tað var ongin annar enn Lena Andersen og Niklas Johannesen, sum vóru komin allan vegin til Skálavíkar, at gera henda serstaka dag enn meira fantastiskan! Íjøssus altso.. um tað er nakað, ið fær mítt hjarta at smelta, so er tað ein vakur kærleikssangur. OMG hesin sangurin var sum gjørdur til hesa løtuna. Sangurin hon sang, er ein ið John Lennon hevur skrivað, sum eitur “Grow old with me”. Jaaa, tá græt hendan madamman aftur. Lena sang hann barasta soo vakurt!!

Tárini blivu turkaði og nú var løtan komin at enda. Tá vit komu út um kirkjugáttuna, stóðu fimm vinmenn hjá Sigurd, sum vóru komnir úr Danmark, í militerbúna og við svøri og stóðu espalier. Hetta var sjálvsamt, hátíðarligt og vakurt.

Tað var so fantastiskt at síggja vinfólk, familju og kenningar, ið vóru komin í kirkjuna at njóta hesa serligu løtuna saman við okkum. (Sum nakað heilt serligt, høvdu vit Sveimandi, ið tóku alla vígsluna uppá video, so hesa fantastisku løtuna, hava vit longu endurliva fleiri ferðir).
Nú skuldu vit víðari til myndatøkuna við Miriam og Janus..

(Framhald næstu ferð)

M&K

Skriv et svar