Brúðardagbók – Morgunin var fyltur við spenningi

Eg hevði sett telefonina at ringja kl.07. Eg lúgvi ikki… mín fyrsti tanki var “árghh eg tíííími ikki upp!!” hahah… eg trúði at eg fór at flúgva upp úr songini, men nei, ikki ein gongd á brúdleypsdegnum tímdi eg upp. Men altso altso.. Vit høvdu haft regn omaná regn í fleiri dagar. Men hendan morgunin kom eg upp til sól og summar. Eg vildi næstan ikki trúgva tí. Hvussu kundu vit verða so heppin?

Hárfríðkanarkvinnan Rannveig kom á hotellið, í suit’una at gera meg klára. Vit sótu við vindeyguni, sum eru frá gólv til loft. Áhh tað vakra útsýn at síggja – Skálvíksbygd! Yayyy! Seinni kom Laila at leggja make-up. Eg var so glað fyri dugnaligu damurnar eg hevði fingið at gera meg klára. Sum dóttir beiggja mín segði so væl “Fastur, eg havi ongantíð sæð teg so pena fyrr”, og nei eg havi nokk ongantíð kent meg vakrari enn júst handa dagin. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí tær dugdu veruliga at ganda við penslum, kambum og krúlluhjørnum. Eisini høvdu vit myndadamuna, Miriam og Elin, ið tók video upp, so her var nokk av fólki. Tær vóru/eru so fittar, at stemningurin var so avslappaður og góður. Altso hetta hevði stóran týdning.

 Ímeðan eg bleiv pyntað, sat og hugdi eftir brúðarferðum á netinum! ja, eg havi ringt við at sita og onki gera. Vinkonurnar komu framvið við champagnu kl.10. Oyjøssus tað var fitt. Tær vóru allar so spentar og glaðar! Tá kendist tað slett ikki sum um, at eg skuldi giftast. Hetta virkaði sum ein vanligur leygardagur, har vit gjørdu okkum klárar at fara í býin. Tað var tó ein undarlig kensla, at alt líkasum mól rundan um meg handan morgunin. Nú skilji eg hvat fólk meina við, at man er “miðpunkt” til brúdleypið. Tískil er eisini ein vantan at tú allatíð er glað, nøgd og full av orku.

Men tá klokkan byrjaði at nærkast, byrjaði eg at gerast nervøs. Tað veit den, tað kendist sum at alt fór at mæla. Nú kendi eg trýstið og eg bleiv ordiliga illa fyri. Tá eg skuldi í kjólan, minnist eg at eg hugsði at eg bara hevði hug at fara inn í kamarið at gráta. Tað var sum so onki galið, men brádliga slóð tað meg, at alt tað vit høvdu fyrireika, stóð beint frammanfyri mær nú. Til alla lukku gekk tað skjótt hin veg aftur. Miriam kom við einari flatari joke, og vit komu aftur á rætta spori. Tað var ein stór løta, at hava mammu har at lata meg í kjólan.

So var klárt at fara í kirkjuna.. OMG!! Beiggi mín koyrdi bilin og brúðargentirnar og eg ynsktu at hoyra Despacito (fyri at minka um nervøsitetin)! Hetta hjálpti! Nú stóð eg beint aftanfyri hurðarnar, sum løtu seinni lótust upp. Lítla hugnaliga kirkjan var proppfull við kendum andlitum. Eg royndi at hyggja beint fram!

Har stóð hann..

(Framhald kemur seinni)

M&K

Skriv et svar