Brúðardagbók – Myndatøkan við Miriam og Janus

Oyjøssus oyjøssus, er tað nakað eg havi hoyrt giftar konur siga undan brúdleypið, so er tað “Brúka pengar uppá ein góðan fotograf, tí aftaná brúdleypið, eru myndirnar tað einasta tit hava eftir frá degnum”.

Eg vil siga at eg eri lutfallsliga einig í hesum. Tó vil eg siga, at onkuntíð eru minnini í høvdinum, minst líka góð, sum tey á myndunum. Tá hetta so er sagt, so er hetta ein soo serstakur dagur, at vit bæði vóru einig í, at vit ynsktu at hava myndir (nóóógvar myndir! Nógvar góóóðar myndir) at hyggja aftur á. Tað var her at Miriam og Janus komu uppí prátið hjá okkum. Í nógv ár havi eg fylgt teimum og hugt eftir fantastisku myndunum tey hava lagt út. Tey eru tiltikin og fantastiska dugnalig!!

Tað kemur eisini nógv an uppá hvat fyri slag av myndum ein ynskir. Nøkur duga væl at taka klassiskar myndir og onnur eru meira  alternativ osf. Vit hildu at Miriam og Janus passaðu væl við okkum og so vóru tey sera løtt og jalig at samskifta við. Halt kipp ikki hetta hevur nógv at siga. Eisini møttist eg við Miriam áðrenn brúdleypið, fyri at tosa um hvat fyri slag av myndum vit ynsktu, hvar vit skuldu verða osf. Hetta gjørdi alt so avslappað, og gav okkum eina ró.

Nú var dagurin her. Nadoy altso, tað var sum um vit skuldu til eitt monster fotoshoot! Akkurat nakað fyri okkum bæði haha.. lítil og chubbylicious! Jaja, tíbetur vóru vit snollaði so mikið nógv, at tað gekk!! Longu frá morgni hevði Miriam verið og tikið myndir av okkum. Altso, tað er stuttligt at síggja fólk, ið brenna fyri sínum arbeiði. Vit vanlig fólk, halda at tað er lætt at taka eina flotta mynd. Hmm… nú fann eg útav at tað er ikki so einfalt sum tað sær út. Tað var so ofta eg mundi skrædna eftir henni (uppá ein góðan máta) tí hon var totalt uppsett uppá at gera alt fyri at fáa myndirnar í kassan!

Nú vóru vit so fantastiska heppin við veðrinum, so vit fóru til Sands at taka parmyndirnar. Tað fyrsta Miriam sigur “Vígdis, tú hevur onki ímóti sandi ha?” Ehh… nei?? “Hygg her, um tú bara leggur teg niður í sandin har” haha.. longu tá visti eg at hetta fóru ikki bara at verða tær heilt klassisku myndirnar. Men hetta var stuttligt!

Tað var tó eitt ting, ið bleiv við at spøkja.. Hví eru vit konufólk so hørð við okkum sjálvar?? Eg hevði slett ikki trenað undan brúdleypið og tískil var eg ikki suuuper glað fyri at vísa mínar armar. (Áhh herre min gud altso). So hvørja hon skuldi taka eina mynd, so mátti eg líka viðmerkja, at hon mátti taka myndina frá einum vinkli, har armarnir ikki sóu so tjúkkir út! Come on Vígdis!! Hvussu kundi eg standa og hugsa um mínar armar, tá alt annað rundan um var so fantastiskt? Til seinast kom eg eitt sindur yvir tað, og Miriam hjálpti mær eisini við at síggja, hvussu frætbýtt tað var! haha.. hatta vísur bara, at sjálvt um eg var blivin dulla upp í fleiri tímar og var í tí vakrasta kjólanum eg kundi ímynda mær, so var enn okkurt eg ynskti øðrvísi. Nokk so typiskt ha?

Men altso tað var deiligt at vit høvdu góða tíð til myndirnar. Víglsan var longu kl.13 og veistlan byrjaði kl.18.30. So vit høvdu eisini tíð til at hygga okkum eitt sindur, ístaðin fyri bara at stressa. Men altso eg var glað, tá vit høvdu fingið tær síðstu myndirnar í kassan. Tað veit den, tað er ikki bara bara at spæla modeeeeel!

P.S. vit fingu myndirnar longu innan eina viku. So á brúðaferðini, sluppu vit longu at endurliva dagin og vit eru so fantastiska glað fyri myndirnar! Miriam og Janus fáa einans rósandi orð frá okkum!

M&K

Skriv et svar