Brúðardagbók – MYSELFIE Stórsta hittið til veistluna

Tað sum var mest umráðandi fyri okkum til okkara brúdleyp, var at gestirnir hugnaðu sær. Vit ynsktu ein avslappandi stemning, og valdu tí nakrar ávísar smálutir, ið skuldu hjálpa uppá júst hetta.

Vit kenna øll til tað. Sjálvandi hava fólkini stóran týdning, og tað er ikki altíð møguligt at hava so nógva ávirkan á, um fólk eru í góðum lag ella ikki. Men vit vildu skapa góðar karmar, so okkara í hvussu er ikki lá eftir.

Vit høvdu møguleika at velja rammurnar og vildu vit sjálvandi hava MySelfie, sum ein part av veistluni.

Ígjøgnum summarið, havi eg fleiri ferðir sæð festligar myndir frá veistlum. Ikki bara brúdleypum, men eisini føðingardøgum, starvsveistlum osf. Eg fann útav at tað var MySelfie tey høvdu brúkt. MySelfie hevur verið í Danmark og øðrum londum í eina tíð, men nú er tað eisini komið til Føroyar. Tú kanst bíleggja tað umvegis teirra facebook síðu Myselfie.fo. Ein leinkja er HER. Hetta krevur onki! Tú heintar ein kassa, ið hevur alt tú hevur tørv á. Tú stillar tað upp, og síðani er tað klárt at brúka. Tólið hevur eitt gott blits, ið ger at tað saktans kann brúkast í myrkum rúmum eisini.

Vit høvdu gjørt eina vakra bakgrund at hava aftanfyri, og hetta riggaði sera væl.

Myselfie var eitt kempi hitt í brúdleypsveistluni hjá okkum. Tit skuldu sæð. Køin var ofta long at sleppa framat. Fólk hugnaðu sær, flentu og útfoldaðu seg framman fyri kameraðið.

(ja tað er ótrúligt, at tað kann verða so stuttligt, at fáa eina mynd tikna av sær sjálvum. Onkursvegna fær hetta barnsligu sálirnar at trýna fram. Fólk eru ikki smæðin at skapa sær og verða kerlig framman fyri myndatólinum. Eg hevði ynskt at eg kundi víst tykkum fleiri myndir, men tað veit den, eg vanti ikki at eg hevði haft nakrar vinir aftaná um eg so gjørdi. Fólk hóvdu fingið eitt sindur niðurum, so flestu myndirnar vóru kanska ikki so hóskandi fyri almenningin haha.. So tit sleppa at síggja hesar, tí tað eru borðbærar (og eg havi fingið loyv)

Longu dagin eftir góvu vit tólið aftur, og aftaná nakrar tímar fingu vit mail við leinkju til allar myndirnar. Kann tað gerast lættari??

Vit eru ovurfegin um at vit valdu MySelfie til okkara brúdleyp. Vit hava nú einar 500 myndir av okkara fantastisku og fittu gestum. Hetta er eitt stuttligt minni at hava, útyvir tað meira professionellu myndirnar, ið vóru tiknar.

Eitt er sikkurt, at um eg onkuntíð eru í ringum lag, so fara hasar myndirnar í hvussu er at fáa smílið fram.

M&K

Skriv et svar