Brúðardagbók – Onkur kallaði tað “Brúdleypsfestivalurin”

Eftirsum at nógvir gestir komu uttanlands frá og samstundis at nógv fólk komu á Sandoynna longu fríggjadag, høvdu vit skipað fyri einum upphitingartiltakið fríggjakvøld. Fyri tað fyrsta vildu vit fegin brúka tíð, saman við gestunum sum vóru komnir at hátíðarhalda brúdleypið saman við okkum. Fyri tað næsta, ynsktu vit eisini at báðar familjurnar skuldu hava  ein enn betur møguleika at koma at kennast. Av tí at vit koma frá hvør sínari oyggj, er tað alt ov sjálvdan at familjurnar møtast. Men til hetta høvið, var nógv familja, ið kom fríggjadag og onkur fór ikki heim fyrr enn mánadag.

Tá vit valdu at hava brúdleypið í Skálavík, vistu vit at tað fór at verða eitt sindur øðrvísi. Man er kanska vanur við at koma til eitt brúdleyp kl.19 og fara heim aftur einaferð ímóti morgni. Hjá okkum var støðan ein heilt onnur. Allir gestirnir máttu sova á oynni, og hetta gjørdi at tey flestu gjørdu tað til eitt vikuskiftis uppihald. Hetta skapaði ein heilt serstakan hugna og eisini komu gestirnir at kenna hvønn annan, tí nógv búðu í summarhúsum saman.

Nú vit vóru á Hotel Skálvík, hildu vit tað verða upplagt at brúka grillsmátturnar, til eitthvørt hugnaligt. Vit vistu um eini hálvtrýss gestir, ið vantandi fóru at verða har fríggjakvøld. Tískil leigaðu vit allar grillsmátturnar, bóðu tónleikarar koma at spæla og so var bara hygg fyri rest.

Tá vit løgdu hesar ætlanirnar, vóru vit eitt sindur í iva, um vit fóru at náa at verða klár til at slappa av fríggjakvøldið. Men tað veit den, øll vóru sooo ófør at hjálpa okkum við øllum, at hølið var klárt longu kl.20 fríggjakvøldið! Wuhuuu

At leiga smátturnar, var eitt tað besta vit kundu haft gjørt. Har var nokk av mati og øli til øll, og lagið var í topp! Sangurin ruungaði, bæði við guitari og harmoniku. Tað vóru so nógv, sum søgdu hvussu væl hetta riggaði. Eisini fyri stemningin dagin eftir, tí so høvdu fólk líkasum heilsa uppá hvønn annan fyrr.

Bæði ung og gomul jollaðu sær og tað vóru enntá fleiri sum fóru ein túr í pottin.

 Eg tímdi snøkt sagt yvirhøvir ikki í song tað kvøldið, men kl.02 lá eg í songini, men sjálvandi uttan Sigurd, tí dagin eftir skuldu vit gerast maður og kona. (Ístaðin hevði eg eina fitta vinkonu liggjandi við síðunar av, og tað var deiligt).

Hetta var tann perfekta byrjanin, uppá tað sum onkur kallaði “Brúdleypsfestivalurin” aka okkara brúdleyp.

(Framhald næstu ferð. Tá er stóri dagurin á skránni)

M&K

Skriv et svar