Brúðardagbók – Veitslan (+ myndir av hølinum)

Aftaná fantastisku vígsluna og myndatøkuna við Miriam og Janus, var tíðin komin til veistluna. Áhh eg gleddi meg at síggja allar gestirnar snollaðar í sínum fínasta pussi. Tí um tað er nakað tíðspunkt, har man ordiliga kann pynta seg, so er tað til eina brúdleypsveistlu. Og waaauw waaauw, sum øll riggaðu væl! Ihhh altso, hesi vóru klødd til eitt framúrskarandi kvøld.

Til vælkomu drykk, høvdu vit champagnu til damurnar og gin and tonic til harrarnar. Eisini vóru smáir bommposar og popcorn, til tey ið høvdu hug til okkurt salt ella søtt aftur við. Í hølinum við vælkomu drykkunum, høvdu vit eisini hongt eitt yvirlit av borðætlanini, so gestirnir vistu hvar teir skuldu fara, tá hurðarnar inn til hølið lótust upp. Gestirnir gingu eisini framvið myndaportrinum, har Miriam stóð við myndatólinum, at geva okkum eitt ítøkiligt minni av øllum gestunum. (Hetta var tann hátíðarliga myndin. Seinni sluppu tey at útfolda seg framman fyri MySelfie tólinum).

  

Eftirsum at tað ikki var møguligt at flyta pallin í konsertsalinum, mátti vit og nærmasta familja sita uppi á honum. (Jajaaa, ordiliga kongaligt). Vit hildu kanska at hetta fór at verða undarligt, men faktiskt var tað ordiliga deiligt, at síggja á allar gestirnir undir borðhaldinum. Tað var so óveruligt at sita har, sum brúðarpar. Hahah.. eg haldi ikki at eg havi skilt tað enn, at hatta var OKKARA brúdleyp.

Vit eru sooo fantastiska glað fyri kvøldið. Altso altso..

Fyri tað fyrsta var lagið gott. Fólk hugnaðu sær, og tað var tað sum var mest umráðandi fyri okkum. Fyri tað næsta, smakkaði maturin so einastandandi væl. Vit vistu sjálvandi hvat vit fingu, og høvdu verið og royndarsmakka matin, men hann náði tú meg. Maturin smakkaði túsind ferðir betur, júst hetta kvøldið. Vit fingu lætt royktan laks við súreplasalsa og øðrum tilhoyri til forrætt. Til høvuðsrætt bleiv  borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum var steikt í øli, við so góðari sós, at eg hevði hug at drekka hana. Omaná fingu vit ein lekkra sjokulátukøku við heimagjørdum rabarbuísi og rabarburóma. MUMS!!! men altso, (eg hopi at aðrar brúðrar kunnu nikka til hetta her).. mín kjóli var sooo strammur, at eg kláraði sum so næstan ikki at eta nakað. Haha.. eg kláraði nóg illa at sita.

Men kvøldið hevði alt vit ynsktu. Góðar talur (har onkrar vóru eitt sindur flovisligar), yrktir sangir og yvirraskandi framførslur. Sum tað er fitt at hoyra fólk stilla seg upp at siga nøkur orð. Tað eru ikki øll sum tora, og tað skilir man væl. Eitt av hæddarpunktunum var tá Janus Mortensen knappliga stóð har og sang “Mítt vakra Føroya land”. ÁHHHHHHH…. Sigurd og eg eeeelska tann sangin og hetta fekk alt rúmið at kóka. Øll kendu sangin, og sjálvt onkur av donsku gestunum hava spurt meg um sangin síðani, tí tey hava havt hann rungandi í høvdinum síðani.

Borðhaldið dróg út og áðrenn vit vistu av, var tíðin komin at runda av. Men kvøldið var ikki liðugt enn.. Nú fóru vit at dansa føroyskan dans, brúðardans og síðani at skera brúðarkøkuna. Tá hetta var yvirstaðið, gleddi eg meg bara at sleppa at dansa og hugna mær við gestunum. Yay yay yay!! Náttin bleiv long, tí bæði Danny (frá Danny and the Veetos) og Janus, undirhildu fyri allar pengarnir. Fólk vóru so við uppá tað, og tað má hava verið sjálvdan at teir stóðu einsamallir á pallinum. Fólk sungu og dansaðu til tann ljósa morgun, og MySelfie var eitt hitt áveg út at roykja.

Tá vit fóru í song, var sólin komin upp og útsýnið úr suituni var sum ein dreymur.

Hesin fantastiski ógloymandi dagurin var á enda komin.

Men dagin eftir, skuldu vit aftur verða klár, tí tá var bjóðað til Brúðarhús.

M&K

2 comments

  1. Monika Zachariasen says:

    Hugnaligt at lesa við her 🙂 Er tað møguligt at fáa at vita hvør gjørdi matin til tykkara brúdleyp?

    • Vígdis says:

      Hey Monika 🙂

      Takk fyri tína fittu viðmerking <3
      Allir gestirnir hava róst matinum so nógv! og hann var virkuliga soo góður 😀
      Tað var Janus Einar Sørensen, sum gjørdi matin, og hann kann heilt sikkurt viðmælast 🙂

Skriv et svar