Brúðarskógvar – Hvørjar skal eg velja?

Hetta kennist kanska ordiliga yvirfladiskt, men hetta er eitt av mongu spurnaðartekinum eg havi til brúdleypið.

Í mun til alt annað, sum gongur fyri seg í heiminum, er hetta øgiliga lítið at stressa um. Meeeen, nú er tað soleiðis, at vit skulu giftast í august, eg veit ikki hvørjar skógvar/stilettir eg skal fara í, á stóra degnum.

Eg havi roynt at hugt eftir ymiskum myndum, men lat okkum bara verða erligar og viðganga, at í flestu førum sær man onki til skógvarnar. Teir eru ofta væl goymdir undir stóra kjólanum. Tað tykist næstan sum, vit bara skulu hava ein flottan skógv, sum vit stilla frammanfyri myndatólið, og soleiðis verður tað prógva at vit faktiskt høvdu ein flottan skógv á brúðardegnum.

So eg havi ikki hugsað so nógv um, júst hvat fyri skógvur tað skal verða. Men tað hevði í hvussu er verið ein fyrimunur, um teir vóru hampiligir at ganga í, so ein faktiskt hevði klárað at verðið í teimum alt kvøldið.

Skógvarnir í flestu brúðarhandlunum eru øgiliga einfaldir. Ikki nakað hurlumhey, onki pynt av nøkrum slag og vanliga dámar mær væl at hava okkurt, sum er eitt sindur festligt. Til handan stóra dagin (hóast ongin fer at síggja teir), vil eg so gjarna hava ein vakran skógv. Hann skal helst eisini hava ein høgan hæl, so hendan lítla frøkunin, kann gerast eitt sindur hægri. (so verður kjólin eisini penari av tí sama).

Náhh, men eftir at eg ikki hava funnið nakran, ið eg líka sum fall fyri í handlunum, havi eg leitað eitt sindur á netinum. Eg haldi at líka væl, at tað er eitt sindur keðiligt at bíleggja ein skógv heim, um hann so ikki passar. Eg veiit at man kann senda teir afttur retur, men tað er so roksut, í mun til um eg bara fann teir í einum handli. Men tað virkar til at verða eitt sindur torført.

Hvat siga tit?

Her munnu verða onkrar, sum longu eru giftar. Hvørjum skóm vóru tit í á brúðardegnum? Er okkurt ávíst til vilja viðmæla? Kanska onkur handil ella heimasíða, sum selur vakrar skógvar.

Eg leitaði inni á einum av mínum yndis síðum, har eg eri von við at bíleggja frá. Tey høvdu faktiskt nógvar brúðarskógvar. Hesir vóru væl festligari enn aðrir eg havi sæð. Tað er sjálvandi á asos.com

Tit kunnu síggja nakrar av teimum, sum fullu í mín smak omanfyri.

    

Eg eri mega fan av stílinum hjá Carrie Bradshaw í Sex and The City, og hesar stilettirnar minna meg so nógv, um tær bláu, sum Mr. Big endar við at fríggja til hana við, í filminum. Ein leinkja er til tær HER. Tað einasta eg ivist í, er at eg trígvi ikki at tær eru serliga góðar at verða í.

Hesar fínu stilettirnar frá TED BAKER, við einari fittari sloyfu á, eru sooo fittar! Men aftur, eru tær behagiligar??

Hesar eru eisini flottar! Reimin um ankelin, ger sikkurt at tær ery eitt sindur lættari at ganga í enn hinar. Men tó, hasin hælurin er rææættiliga høgur. HER er ein leinkja til tær.

Eg havi hugsað, um tað hevði verið fitt at haft einar ljósareyðar stilettir. Hvat halda tit? Er tað ov nógv av tí góða? Skal eg halda meg til hvítar? HER er ein leinkja.

Tað er eitt sindur meira sprell yvir hesum, í mun til nakrar av hinum. Ein annar fyrimunur er eisini, at hælurin er tjykri, so hann er nokk betur at ganga í. Eg haldi faktistk at hesar eru ordiliga elskuligar. HER er ein leinkja til tær.

HVAT HALDA TIT?? Góðu fittu komi við onkrum góðum ráðum. Tað hevði gjørt meg sooo gleða.

M&K

Skriv et svar