Brúdleyps ætlanir + dagbókin á Kvinnu

Fyrst og fremst! Eg fái ikki armarnar niður, tá eg hugsi um at eg havi fingið samstarvið við Kvinnu. Eg hevði upprunaliga ætlað, at “Brúðardagbók” skuldi verða á SukurSøtt, men tá eg fekk møguleikan at taka lut á kulu heimsíðuni hjá Kvinnu, kláraði eg ikki at siga nei.

Nøkur hugsa kanska “hví tímur tú tað?”. Sum eg áður havi nevnt, so dámar mær sera væl at lesa søgurnar hjá øðrum. Eg eri sera forvitin av lyndi og elski at hoyra hvussu ymiskar hugsanir við øll hava. Heimurin hevði verið so keðiligur, um ongin vildi deilt sínar søgur, og tískil vil eg vera við til at stimbra undir, at hetta verður gjørt.

Onkur hevur sagt “Áhh tað er stuttligt, at tú tímur at deila tínar tankar og verða so erlig”, onkur annar hevur haft eina viðmerking, sum var heldur øðrvísi, har tey hava undrast á at eg tori at vera SOO erlig! Hetta skilji eg væl. Men vit eru øll so ymisk. Nøkur eru meira lukkaði og loyndarfull, har eg eri fullkomiliga í hinari grøvini. Eg havi sum so onki at goyma! Sjálvandi fari eg ikki at siga ALT, men eg vil leggja dent á, at tað er okey at verða erligur. Tað er okey, at vera júst soleiðis sum man er. At ganga við einari masku á, og lata sum um man er onkur man slett ikki er, er ikki vegurin til lukku. Tískil vóni eg, at kanska onkur, sum lesur mínar tankar, eisini fær hug at deila sínar.

Um tú hevur hug at lesa tí nýggjastu Brúðardagbókina á kvinna.fo, so kanst tú trýsta HER. Ihhhh!

Tað gongur framá við brúdleyps fyrireikingunum, men uha, eg kann líka so væl heilsa og siga, at veit eisini hava rent okkum í nakrar gøtubotnar ávegnum. Nakrar avgerðir eru sera torførar at taka, tí tað eru so nógvir faktorar, sum spæla ein lut í samlaðu heildini. Tað eru hvussu er nógvir brikkar, sum enn ikki eru komnir uppá pláss.

Eg havi funnið útav, at eg ikki eri ein so ekstrem “kontrol freak” sum eg helt, so tað er í hvussu er positivt. Eg trúði at eg fór at fara í panik, um eg ikki fann útav øllum beinan veg, men soleiðis er tað slett ikki. “Tað skal nokk ganga” plagi eg at svara aftur, tá onnur skumpa undir meg, við at koma í gongd við hetta og hatta.

Tað fer nokk at ganga! Tað sum er mest umráðandi av øllum, er at gestirnir og vit koma at hava ein hugnaligan og stuttligan dag! Annars kann alt verða líka mikið. So gerst ikki við, um allir smálutirnir ikki eru júst soleiðis, sum vit upprunaliga ætlaðu.

Tó skal sigast, at nýggj hugskot komandi flúgvandi framvið í heilum. Tann eina dagin fekk eg ein tanka um vígsluna, sum eg bara ikki klári at sleppa. Har er nógv at finna útav enn, um hetta skuldi blivið veruleiki. Men ein kann altíð hava vónir og dreymar. Eg tori ikki at fortelja tykkum enn, um hvat tað er, men eg lovi at tit nokk skulu blíva kunnaði, tá avgerðin er tikin.

Um tit liggja inni við góðum ráðum ella royndum, so vil eg ordiliga gjarna hoyra tað. Tað er so nógv ein ikki veit, og eg taki ímóti allari vegleiðing eg kann fáa.

Havi eitt gott kvøld!

M&K

Skriv et svar