Businesstúr til Føroyar! (WOW hetta ljóðar fancy)

Tað veit den, tað er minni enn ein mánaður síðani eg fór úr Føroyum, og eg leingist so illa heim. Ja, Føroyar og føroyingar eru veruliga nakað heilt serligt. Í øllum tí danska muldrinum, kann eg ofta flenna innan í. (ikki tí, halt kipp ikki danir hava nógvar styrkir), men tey snakka nokk so nógv ha? altso uppá ein heilt øðrvísi máta enn vit gera. (jaja, eg veit at vit tosa hvør sítt mál, so longu har eru vit ymisk). Eg dugi ikki at seta orð á tað, uttan bara at eg ofta sakni at verða millum føroyingar, tá eg eri niðri. Náhh, men hetta var slett ikki tað bloggurin skuldi snúgva seg um, men nú fingu tit hatta við. Kanska boðskapurin var, at eg GLEÐI meg at koma heim aftur til oyggjarnar í nakrar dagar.

Hvar komu vit frá? … jú, eg sakni Føroyar, og eg var so heppin at blíva spurd, um eg kundi koma heim í eitt langt vikuskifti í septembur. OHH YES! Sjálvandi kann eg tað!

Nú er tað soleiðis, at sunda kommuna hvørt ár skipar fyri mentanarvika. Eins og undanfarin ár, er nógv gott á skránni. Her eru tiltøk, bæði fyri ung og gomul. Tey royna í høvuðsheitum at brúka lokalar kreftir, men eru heldur ikki bangin at leita eitt sindur breidri, um tørvur er á tí.

Skráin fevnur heilt frá 14-23 septembur, og tiltøkini eru spreidd runt í allari kommununi. Her er alt frá listaframsíning, lekkrum mati, skemtiligum innsløgum, vitjan í garagum á Oyri,  syngi við tiltaki, konsertum, fótbólti, gongutúrar, aftankvirra í kirkjuni og mangt mangt annað.

Tað var virkuliga mær ein æra, at verða spurd um eg vil luttaka.

Tiltakið eg skal verða við í eitur “VINNUKVØLD” (ein leinkja til tiltakið á facebook er HER). Har verða fleiri fyritøkur, ið koma at luttaka og greiða frá sínum virksemi. Eg fari at greiða frá hvussu tað er at verða bloggari. So um tit ynskja at hoyra meira um, hvussu alt gongur fyri seg (behind the scenes), so er bara at koma í Eydnuna á Oyrarbakka mánakvøldið kl.19.

Eg haldi tað altíð verða áhugavert, hvussu fyritøkur byrja, hvar hugskotið kom frá, og hvussu drívmegin verður hildin við líka. Ofta fær ein størri virðing fyri arbeiðinum hjá øðrum, tá man fær lagt eina søgu afturat. So eg eri ooordiliga spent, uppá at hoyra hvat hinar fyritøkurnar fara at greiða frá.

Til tey, ið ynskja at síggja alla skránna, trýsti HER.

Til tey svongu, so er lekkur brunch í bygdarhúsinum í Hósvík í morgun!

Eg gleði meg at síggja onkra av tykkum!

M&K

Skriv et svar