CHURROS – Hetta má roynast!

Altso altso tit, hava tit roynt churros?? Íjøssus hetta er lekkurt! Hvørji jól, standi fólk og selja hetta í hvørjum horni á gongugøtuni í Aarhus. Eg haldi eg havi roynt tað einaferð fyrr, og líka síðani havi eg ynskt at gjørt mína egnu útgávu.

Tað sum hevur steðgað mær, hevur verið at churros skal steikjast í feitti. Men veist tú hvat? hetta hevur onki uppá seg.

Svigarindan og eg, gjørdust báðar líka ovfarnar yvir hvussu lætt og skjótt hetta var at gera. Tað tók ikki longur enn fimtan minuttir frá byrjan til enda! Wauw!

Tilfar

10-20 g sukur

2,5 dl vatn

0,5 tsk salt

125 mjøl

2 spsk av olju

********

Olju til steiking

Kanelsukur til pynt

Flótandi sjokulátu afturvið

Arbeiðsháttur

Set eina lítla grýtu útá og hita vatn saman við sukur, salt og 2 spsk av olju. Rør væl og tá hetta er samlað skrúðar tú upp fyri hitanum, so tað kemur uppá kók.

Sløkk nú hitan og stroy mjølið spakuliga í, ímeðan tú rørir við einum pískirísi.

Nú er deiggið liðugt. Koyr tað í ein sterkan sproytiposa. Brúka ein stjørnustrút at seta á sproytiposan, so tú fært rætta mynstrið. Vel ikki eitt ov stórt mynstur, tí tá kann tað verða torført at baka tíni churros nóg væl. Sproyta nú deiggið út í stykkir á umleið 7 cm og legg tey klár.

Ger nú kanelsukur í eina skál. Legg eisini ein tallerk kláran við køkspappíri í, at leggja tíni churros í tá tú tekur tey upp úr grýtuni.

Koyr nú olju í eina grýtu, helst upp til umleið 5-10 cm ella soleiðis at tíni churros verða dekkaði tá tú leggur tey í. Lat oljuna koma uppá umleið 190 stig, og so er tíð at baka tíni churros.

Baka/steik til tey fáa ein gyltan lit. Lat oljuna drippa av á køkspappírið áðrenn tú stroyir kanalsukur omanyvir.

Flótandi sjokuláta og/ella ísur hóskar seg sera væl aftur við churros.

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar