Cookie skál við ísi

Mamma dregur ofta dessert á borðið ein sunnudag. Tað hoyrir líkasum til. Helst ein góðan ís, við onkrum søtum tilhoyri. Men tit, nú er eitt nýtt tilhoyr her. Eg komi ikki yvir, at eg ikki havi roynt hetta fyrr. Altso O-M-G!! Hetta er eitt nummar for smart og so smakkar hendan cookie skálin alt ov væl!! Samansetingin er snøkt sagt “To die for!”. So skalt tú hava bindiklubb, føðingardag ella eina lítla veistlu, so eru hesar cookie skálirnar perfektar. Tær eru øðrvísi og kunnu eisini saktans bakast dagin fyri.

 

Hetta sær kanska eitt sindur fløkjasligt út, men hetta er sera einfalt. Tað tú hevur tørv á, er einari bakipláta til muffur. Við at hava muffuformarnar ímillum, er tað lættari at fáa skálirnar av plátini, tá tær eru bakaðar. Vit fara beint í gongd, so er styttri tíð, til tær standa á borðinum.

Tilfar til 12 Cookies skálir

3 koppar mjøl

2/3 kopp putursukur

1/3 kopp sukur

1 tsk pakipulvur

1/2 tsk salt

160 g smelta smør

2 egg

150 g sjokuláta

 

Arbeiðsháttur

Byrja við at píska eggini saman við sukur og putursukrinum. Koyr síðani smørið í blandið, og píska aftur. Í einum øðrum bolla blandar tú mjøl, bakipulvur og salt og koyrir síðani tað saman við eggjablandinum, og eltir tað við hondini. Sjokulátan skal skerast í smáar bitar, og síðani koyrast í deiggið. Stilla nú deiggið í køliskápið í 30 minuttir.

Set ovnin á 175 stig.

Til at gera cookies skálirnar, brúkar tú bakiplátuna til muffur. Vend hana á høvdið, og legg muffuformar omanyvir. Tak nú deiggið úr køliskápinum, deil tað í tveir partar og rulla tað út. Brúka ein kopp í røttu stødd, til at skera 12 sirklar. Nú skal hvør sirkul leggjast oman á muffuformin. Um tað koma hol í deiggið tá tú leggur tað á, brúka so fingrarnar til at bøta tað við.

Cookies skálirnar skulu bakast mitt í ovninum í 8-10 minuttir. Lat skálirnar kølna á bakiplátuni, so tær ikki brotna.

Nú er klárt at borðeiða. Koyr eina skeið av ísi í cookie skálina, og pynta við sjokulátu, karamell, frukt, ella øðrum. Tað einasta eg angri, eftir at hava roynt hetta, er at eg ikki havi roynt hetta fyrr! Soo væl smakkar tað!

Er hetta eisini nakað, ið fellur í tín smak?

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar