Cookies við karamel

Eg eri enn í Thailandi! Her er fantastiska vakurt og heitt, men áðrenn eg fór bakaði eg hesar cookies’nar. Hesar eru góðar eitt kalt illveðurskvøld heima í Føroyum.

Altso mær dámar væl at stákast í køkinum. Tað er blivið mítt yndis. So tá eg havi ein frídag ella eina fríløtu, er endiliga tíð til at baka okkurt lekkurt. Eisini dámar mær væl at pynta køkurnar og taka flottar myndir. Sum tit kanska hava lagt til merkis, so eri eg blivin ógvuliga glað fyri karamel. Hetta karamellið verðu næstan gjørt av sær sjálvum. Fantastiskt ha?

Tilfar til deiggið

130 g mjøl

40 g kakaopulvur

120 g bleytt smør

80 g sukur

2 tsk vaniljusukur

1/4 tsk salt

1 egg

Karamel + pynt

1 dós kondenseret mælk (blikkamjólk)

1/2 dl róma

1 eggjahvíta

50 g mandlur

Arbeiðsháttur

Karamellið verður gjørt við kondenseraðu mjólkini. Tú leggur dósina í eina grýtu við vatni sum dekkar. Síðani letur tú tað kóka í tríggjar tímar. Tá tað er komið í helvt, kannar tú um har enn er nóg mikið av vatni í. Um ikki, so koyrir tú meira í. Aftaná tríggjar tímar tekur tú dósina upp og letur hana kølna. Síðani blandar tú karamellið úr dósini, saman við rómanum. (hetta kann koyrast í mikroovn, um karamellið er ov tjúkt).

Tendra ovnin og set hann á 175 stif. Til køkudeiggið koyrir tú mjølið, kakaopulvurið og saltið í ein bolla og rørir væl. Koyr síðani bleytt smør og sukur í ein annan bolla og píska væl. Koyr eggið og vaniljusukrið í sukurblandi og píska aftur væl. Til síðst koyror tú spakuliga mjølblandið í sukurblandið og rørur aftur. Samla deiggið og koyr tað í køliskápið í ein tíma.

Tak deiggi úr køliskápinum, og forma tað til lítlar bollar við diametur á 3 cm. Píska nú eggjahvítan og dippa allan kantin á køkuni í eggjahvítan og síðani í hakkaðu mandlurnar, so hon fær ein pyntaðan kant. Lat eitt sindur verða ímillum køkurnar á plátuni, tí tær vaksa nógv. Nú skulu tær bakast mitt í ovninum í 12 minuttir. Lat køkurnar kølna áðrenn tú koyrir karamellið oman yvir.

Vælgagnist!

P.S. Onki er so vakurt, sum ljósareyðar rósur! Waaauw!

M&K

Skriv et svar