Cookies við minieggs

Nýggja tilboðsblaðið hjá Á er komið út í húsini í dag og har goymir seg ein leskilig uppskrift til tykkum lesarar.

Hetta er ein av mínum yndis cookies uppskriftum, og hon kann faktiskt tillagast til alt møguligt. Tískil valdi eg sjálvandi at royna hana saman við minieggs, og tað hóskaði seg ordiliga væl til.

Køkur v/ minieggs

Tilfar:

100 g smør

150 g sukur

1 egg

135 g mjøl

20 g kakao pulvur

180 g minieggs

Soleiðis gert tú

Set ovnin á 200 stig.

Sker helvtina av minieggunum í smáar bitar.

Píska sukur og smør væl saman og koyr síðani eggið í. Blanda kakaopulvur saman við mjølinum, áðrenn tú koyrir tað í sukurblandið og píska so aftur.

Koyr smáu bitarnar av minieggs í køkublandið. Hetta kann tykjast torført, tí blandið er sera tjúkt.

Brúka skeið at deila deiggið við og legg tað í áleið átta bóltar á eina klædda bakiplátu. Trýst nú trý heil miniegg í miðjuna á hvørjum bólti og dekka útyvir við deigginum. Legg /trýst tey síðstu minieggini omanyvir køkurnar.

Baka nú mitt í ovninum í 8-10 minuttir.

Tá tú tekur køkurnar úr ovninum, skulu tær verða bleytar í miðjuni og eitt sindur broyskar rundan um kantin.

Lat køkurnar kølna á einari rist, og so eru tær klárar at eta. Tá tú býtur í køkuna, legg so til merkis at minieggini, sum blivu løgd í miðjuna, nú eru smeltaði. Ihhh, lekkurt.

M&K

Skriv et svar