Dear weekend.. I like u

Sunnudagar eru so deiligir og ætli mær eisini at njóta hendan.

Tíðin bleiv flutt aftur í nátt, so vit fingu ein tíma longur. Lekkurt, og vit vóru tíðliga uppi. Veðrið var fantastiskt, so eg fekk hála hann sjálvan við ein gongutúr niðri við sjógvin. Áhh tað er so lekkurt at fara út áðrenn larmurin byrjar og bara njóta friðin. Fantastiska flott og sum balsam fyri sálina. Tað er jú umráðandi at fáa dagsljós. Sum eg fortaldi í blogginum, sum var í seinasta HON blaðnum, so er dagsljós við til at fyribyrgja at vit gerast tunglynt.

img_6999 img_6965 img_6971

Vikuskifti er ikki altíð = frí, men tað kann saktans njótast fyri tað. Eg fái eina heilt aðra kenslu í kroppin tá fríggjadagurin kemur. Eg haldi tað verða so deiligt at eg sjálv sleppi at avgera hvat komandi dagarnir skulu innibera. Tað gevur mær gleði og frið.

Men gjárdagurin var fult bookaður. “Ha’ en rigtig god weekend” hendan setningin man eg hava sagt ofta í gjár. Eg var nemliga til arbeiðis. Fantastiskt at hava eitt arbeið, sum eg gleði meg til og njóti. Tímarnir flúgva avstað og bæði kundarnir og arbeiðsfelagarnir eru nakað so fittir. Tað er hugnaligt og eg kenni meg longu sum heima. Jólapyntið sum vit fingu í handilin mikudagin, ger ikki støðuna verri.

Sjálvt um eg eri glað fyri mítt arbeið so kann eg onkuntíð hugsi eg “Áhhh er tííími ikki til arbeiðis, eg vil heldur hava vikuskifti”, men so skjótt eg eri komin avstað, so haldi eg tað vera so øgiliga deiligt.

Eg veit ikki um eg eri tann einasta sum kenni til tankan, har júst teir morgnarnar eg veit eg skal í skúla ella til arbeiðis, hugsi eg um øll tey túsund tingini eg hevði gjørt um eg nú ikki skuldi nakað. Hetta er bara nakað eg billi mær inn ha? Um eg nú fekk eitt uppkall um at eg hevði frí, hevði eg so veruliga fari í sving við hasi túsund tingini?? Kanska.. kanska ikki. Men hatta kemur nokk aftur til tað at grasið ofta er grønari hinumegin vegin.

Til alla lukku minnist eg eisini til at venda tí og hugsa hvussu heppin eg havi verið at funnið eitt arbeið sum eg gleðist um og at eg av somu grund eisini fari at hava fleiri pengar til at kunna ferðast og annað. So alt í alt, so er støðan nokk so góð.

Útyvir arbeið í gjár hevur vikuskiftið verið sera avslappandi. Vit vóru í biograf í gjárkvøldið, til filmin “The acountant”. Góður filmur og sera áhugaverdur, tí høvuðspersónurin sum Ben Affleck spælur er autist. So fyri meg var hetta enntá aktuelt fyri mín lesna, sig so ikki tað.. So faktiskt gjørdi eg eitt sindur av skúlatingum eisini. Jaja, tað loysir seg at fara í biograf 😉 Men filmurin hevði meira at bjóða enn so, so eg vil heilt sikkurt viðmæla tykkum at fara og hyggja eftir honum. Kanska lokka sjeikin ella mannin við í biograf, so kann tað blíva ein lítil date! Wuhuuu, tað hava øll gott av! Vit hildu í hvussu er bæði at hesin filmurin var ordiliga góður. Hann bjóðaði nemliga uppá eitt sindur av hvørjum.

Nú ætli eg mær bara at njóta restina av degnum og rokast við øll hugskotini sum eru um at bresta í mínum høvdi.

M&K

Skriv et svar