Didduveistla fyri allar pengarnar

Eg helt føðingardag, fyri mín deiligu vinkonum í vikuskiftinum.

IMG_0474

Eg má siga sum er, at hugurin at fara í býin er nokk minkaður seinastu árini, men tað er altíð stuttligt tá tað er okkurt serligt sum skal hátíðarhaldast.

Eg tók avgerð um at halda føðingardags veistlu, fyri nøkrum vikum síðani, so eg havi havt góða tíð til fyrireiking. Eg bjóðaði nøkrum av mínum føroysku vinkonum, og so eisini  av mínum nýggju donsku vinkonum. Eg haldi at tað er stuttligt, at samla tær ymisku vinkonurnar man hevur. Man skuldi jú trúð, at tá mær dámar tær og tær dáma meg, dáma tær nokk eisini hvørja aðra. So hví ikki samla allar.

Fyrireikingar

IMG_0421

IMG_0454

IMG_0430

IMG_0458

IMG_0470

Eg elski at “diggast” sum eg kalli tað. Ella at stákast kunnu vit eisini kalla tað. Kanska at “pynta” lýsur tað enn betur (okey, eg trúgvi tit hava fangað tað eg vil siga). So eg vildi gera alt ordiliga pent og damuligt. Tað noyðist ikki at verða dýrt, (hvussu er ikki tá man býr í Danmark). Eg havi funnið útav, at man kann gera soo nógv vakurt við serviettum. Teir kosta ikki alla verðina, og man finnur so nógv vøkur mynstur at spæla við. So eg foldaði ymiskar serviettar, at leggja á tallerkarnar. Bæði gløsini við gullkanti og gull bestikkið er frá Søstrene Grene (sum btw er mín yndis handil). Eg hevði goymt blómurnar frá mínum føðingardegi, so eg stroyddi blómubløðini á borðið, og brúkti eisini nøkur, til at prýða laksarullurnar, sum gestirnir fingu, afturvið vælkomst drykkinum.

IMG_0462

Sjeikurin var so fittur at gera høvuðsrættin, sum var ein indiskur hósnarunga rættur, við kokusmjólk, tandoori og tikka masala kryddi. Eftir at hann hevði gjørt sína uppgávu, bleiv hann rendur á dyr! Hvat tá? Tað kann man gott viðhvørt, og hann hevði hugnað sær óført við sínum vinmonnum. (Øll glað, alle tiders)

Eg bakaði minicupcakes til dessert. Til alla lukku, komu tvær vinkonur tíðliga fríggjadagin, so tær kundu hjálpa mær, við at prýða mínar vanilju og sjokuláta cupcakes. Tað eydnaðist sera væl, og vóru tær so deiliga sukursøtar.

IMG_0515

Veistlan

Endiliga varð alt klárt og gestirnir byrjaðu at koma. Eg visti at hetta fór ikki at verða sum í føroyum, har tær fóru at koma trøllandi ein tíma ov seint. Nei, tær komu stundisliga, og bóru við sær tær fínastu gávurnar. So nú var eg aftur í sjeynda himli. Eg eri fallin pladask fyri stellinum hjá Miss Etoile, og eg var so heppin at fáa eitt sindur afturat til mína lítlu samling.

Vit høvdu eitt so hugnaligt kvøld, við víni og cider, damu tónleiki og øllum ið har tilhoyrir. Lagið var gott og tað bleiv dansað uppi á stólunum, og kanska onkur datt av einum eisini. Soleiðis kann tað nú eisini ganga.

The day after… (mayday!)

Tríggjar vinkonur svóvu hjá mær. Íbúðin líktist einum bumbaðum horuhúsi, so tit kunnu lítið ætla, at tað var stuttligt at koma upp til tildekkaða borðið og klistruta gólvið. Hann náði tú meg. Aldrin hevði eg uppliva nakran við so ringum timburmonnum. Eg trúði næstan at eg mátti ringja á 112. Men til alla lukku batnaði støðan, og vit yvirlivdu.

IMG_0485

Tað er ikki so ofta longur, at man yvirnáttar hjá hvørjari aðrari, men tað er virkuliga hugnaligt. Tað var júst sum tá man var yngri.

Hetta var júst soleiðis eg ynskti at (enn einafer) hátíðarhalda mín føðingardag. Kanska tú fært hug til at gera tað sama. Tú ert vælkomin at viðmerkja, um tú hevur hug at fáa onkra uppskrift, til tað eg borðreiddi við.

M&K

Skriv et svar