DILEMMA – Hvar skulu vit verða jólaaftan?

Uha, ein spurningur ið nógv sita við um jólini.

Tað er ikki altíð so einfalt. Møguleikarnir eru jú so nógvir og tað er lætt at skuffa onkran. Men er hesin eini dagurin, jólaaftan, so týdningarmikil? Ella leggja vit kanska størri trýst á hann, enn neyðugt?

Eg havi verið við til nógvar samtalur, ið hava snúgvað seg um, hvar ein skal verða jólaaftan. Sum eg skilji á lagnum, hava konufólk ofta ringt við, ikki at verða heima hjá sínari familju. (vit eru jú so kenslubornar). Men prátið um hvar ein skal verða, kemur ofta ikki fyrr enn man, sum par, hevur fingið børn ella er blivin giftur. Nústani tá skal man taka atlit til eina familju afturat. Tað mest vanliga er nokk, at man onnurhvør jól er saman við sínari familju og onnurhvør hjá verfamiljuni. Tað skuldi verið so deiliga einfalt ha?

Hvat um man nú ikki finnur so væl útav tí við verfamiljuni? SKAL man so verða hjá teimum onnurhvør jól? Ja og nei. Sum sagt, kann man altíð taka síni egnu val og velja tað sum riggar best fyri seg og síni. Men um man er tvey og hin parturin eisini ynskir at halda jól hjá sínari familju, so haldi eg man má royna. Og um man hevur børn, so meini eg at man burdi. Her má man leggja sín egna tørv til síðis, og hugsa um at børnini eisini skulu sleppa at uppliva jólini saman við hasari síðuni av familjuni. Sum sagt, hetta er hóast alt EITT DØGN, so tað er ikki verðins undirgangur.

Men hvat nú við skilsmissubørnum? Her eru kanska foreldur við nýggjum partnarum, nýggjar ommur og abbar osf. Hetta kann blíva eitt øgiligt rót hjá summum. Tað kann verða torført, bæði fyri børn og foreldur, at skula skifta ímillum og venja seg við nýggjar siðvenjur og kanska nýggjar familjulimar. Her veit eg eisini um onkrar familjur ella foreldur, sum ikki lata jólaaftan taka alt fokus um jólini. Um mamman til dømis ikki hevur børnini jólaaftan, so hevur hon ein eyka dag saman við børnunum, sum er teirra jólaaftan. Soleiðis kann man sjálvur skipað tað, so hesir dagarnir verða ein góð uppliving fyri øll.

Men tað eru ikki bara tey smáu børnini, sum verða sett í tvístøðu. Her veit eg um eitt vaksi par, sum bæði hava foreldur sum eru skyld, og hava nýggjan maka. Tey velja bara at halda jólaaftan púra einsamøll, tí tey orka ikki at skula taka støðu til hvar tey skulu verða, við ótta um at onkur verður skuffaður.

Eg haldi at eg eri komin til ta niðurstøðu, at jólaaftan er ein dagur sum allir aðrir. Jú hann er nakað heilt serstakt, men eg haldi ikki vit skulu leggja so nógv trýst á hann, at hann skal taka alt fokus. Jólini eru sum heild so long, so hóast jólaaftan í ár ikki verður JÚST sum tú hevði ynskt, so eru nógvir aðrir dagar rundan um, har tú kanst gera júst tað tú vilt. Set tað í perspektiv og royn og síggj støðuna útifrá og inn. ja? Tað er ikki sooo galið sum tú helt ha? Góðtak tað og njót tað! Um tað ikki gongur, so gongur tað onkursvegna atlíkavæl.

M&K

Skriv et svar