DIY! Ger tín egna “Off shoulder topp”

IMG_8011

Manglar tær okkurt at fara í, í kvøld? So kanst tú náa, at skapa tín egna off shoulder topp! Tað einasta tær tørvar, er toy, seymimaskinu og elastic (tú kanst nýta band ístaðin). Eitt stórt hitt í vármótanum 2016, er nemliga off shoulder toppurin. Hann er femininur og kann setast saman við bæði einum lekkrum jeans, høgum niðurdeili ella onkrum heilt øðrum. So hví ikki royna at skapa hann sjálv? Júst nakað at hugna sær við ein leygardag.

 

Tað sum tú skalt gera, er:

Vel tær eitt toy sum tær dámar. Av tí at eg fekk hetta hugskotið so brádliga, tók eg bara okkurt toy sum eg hevði liggjandi. Hatta er ikki tað best hóskandi toyi, tí tað er nokk so tjúkt. Best er nokk at velja okkurt toy, sum ereitt sindur tynri og/ella elastiskt.

IMG_7981Blusudeilurin

  • Klipp eitt stykki til “blusudeilin”. Máta víddinaá tær um bringuna, og máta soleiðis hvussu breiður blusudeilurin skal verða. Um tú brúkar toy, sum ikki er elastiskt, er umráðandi at gera blusudeilin 10-15cm breiðari enn títt bringumál. Og minst til,
    einar 2-3cm eyka til at kantin at seyma á.
  • Eg havi gjørt tað soleiðis at mín blusudeilur, er eitt A mát, tvs at hann er breiðri niðast enn ovast. Tað kann man sjálvur avgera.
  • Klipp tvey stykkir úr, til ermholuna.
  • Vend toyinum við og legg ovasta og niðasta kantin 1cm inn. Seyma síðani báðar kantarnar, men lat tað verða soleiðis, at tú kann fáa elastikkið allan vegin ígjøgnum ovasta deilin av toyinum, so hann ikki glíður niður tá tú ert í honum.
  • Tá tú skalt koyra elastikkið ígjøgnum toyið, bindur tú elastikkið fast í eina stoppinál, trygdarnál, hárnál ella okkurt líknandi. So koyrir tú nálina við elastikkinum spakuliga ígjøgnum, til tað kemur út í hinum endanum og bindur knút á.
  • Legg toydeilin saman, soleiðs at útvortis síðan vendir inn eftir, og seyma kantin á breiddini.
  • So far so good!! Wuhuuu, nú er tað ringasta yvirstaðið.

Off shoulder deilurin

  • Klipp eitt toystikki, sum er umleið 30cm + títt ummál um bringuna+armar. Tú kanst sjálv avgera hvuss breitt hetta skal verða. Jú breiðari, jú fleiri bylgjur.
  • Vend toynum við og falda niðara deilin 1cm og seyma tað.
  • Falda síðani ovara deilin 1cm og síðan 1cm afturat. Líka sum, um tú rullaði tað.
  • Seyma síðani á tí niðasta deilinum av tí faldaða, soleiðis at tú kanst koyra elastikkið ígjøgnum aftaná.
  • Sum tú gjørdi við blusudeilinum, koyrir tú á sama hátt elastikkið ígjøgnum toyið, við einari stoppinál, trygdarnál, hárnál ella onkrum líknandi. Bind knút á.
  • Falda longdina av toynum saman, soleiðis at útvortis síðan vendir inn eftir. Seyma síðani kantarnar á longdini saman. Nú skuldi tað verið ein elastiskur rundingum, sum passar um tínar herðar.

Samanseting

  • Nú kanst tú festa off shoulder deilin á blusudeilin, so tað alt hongur saman.
  • Hetta kanst tú gera, við at seyma nøkur fá sting ovast á kantinum, bæði aftan og framman.

 

Flott! Nú ert tú klár til at svinga hasar herðarnar. Hugna tær!

M&K

 off shoulder too aftan og framman

Skriv et svar