DIY – Graskar prýði

14572692_10154650317733856_1714409252_o

Tá eg skal stressa av, dámar mær best at diggast við okkurt kreativt. Tað er eitt av fáu tíðspunktunum, har er klári at skumpa allar tankar til síðis. So nú tá eg sá hesi smáu fittu graskarni í handlinum,  var tað upplagt at fara til verka við eina nýggja DIY-verkætlan.

14537006_10154650317808856_568684110_o

Eg havi altíð málinga restir og annað tilfar liggjandi, so eg brúkti bara tað eg hevði. Soo hugnaligt at sita og mála hesi lítlu fittu graskarni, sum hava ymisk skap og ymiskar litir. Úrslitið bleiv ikki júst so flott, sum eg hevði ímyndað mær, men soleiðis er. Kanska tað verður betur næstu ferð.

14585816_10154650317868856_1526714205_o 14536708_10154650317903856_1172788022_o

Eg fari at brúka tey sum prýðislutir í heiminum. Tey rigga væl saman við ljósum og øðrum dekorativum.

14600566_10154650317953856_610588867_o 14550989_10154650317668856_2040115460_o

So nú er bara at fara í gongd. Eg havi frætt at tey eru at fáa í “Á handlunum”. Um tú hevur onkur góð tips, so vil eg fegin hoyra tey 🙂 Eg helt nemliga at tað var torført at mála beinar linjur osf. So um tú finnur útav tí, so vil eg fegin hoyra hvussu.

M&K.

14551103_10154650317263856_1991096630_o

Skriv et svar