DIY – Heimagjørdur adventskransur

Tað eru longu nakrar vikur síðani eg gjørdi okkara adventskrans. Eg eri so ótolin at prýða til jóla, at fyri meg er tað ongantíð ov tíðliga. Tað er nemliga altíð stuttligt, at taka jólaeskjurnar fram, og finna fram til hvat ein eigur frá undanfarum árum. Mær dámar væl at skapa okkurt, burturúr tí sum eg eigi, so eg sleppi undan at keypa so nógv nýtt. Tað bleiv skjótt tíðiligt, at eg átti eitt hav av jólakúlum. Eg visti ikki júst hvat eg skuldi nýta tær til, og kom so fram á sjálvan adventskransin. Eg keypti sjálva kransin fyrra árið, og hann kann brúkast aftur og aftur.

 

So tað einasta eg keypti, var fríska grannið, sum eg haldi mátti sleppa uppí part. Eg valdi at gera hann eitt sindur rustikkan í ár, við gull og jørðlitum. Træstjørnurnar og grankúglurnar geva eisini kransinum eitt sindur av hita.

TIP – ogna tær eina límpistól. Tá er lætt at seta kúlurnar fastar á grannið.

Endiliga nærkast desembur mánaður! Tá gerst alt ENN hugnaligari.

Hvussu sær tín adventskransur út?

M&K

Skriv et svar