DIY – Heimagjørt bodyskrubb

  img_8494

img_8486

Viðhvørt haldi eg at vit hava lyndi til at gloyma at røkta okkara kropp um veturin. Vit halda tað kanska verða líkamikið, tí vit eru so væl innballaðar í heitum troyggjum og jakkum. Men hóast vit eru væl krógvaðar stórstan partin av tíðini, so hevur kroppurin brúk fyri røkt.

Sunnudagurin er perfektur at nýta til at løða upp, forkela seg sjálva og gera seg klára til eina nýggja viku.

Eg veit frá mær sjálvari at eg blívi eitt sindur dovnari hesa tíðina á árinum. Knappliga kann eg sova til kl.11 og verða uppi til kl.03. Hetta dámar mær ooonki!! Dagarnir blíva alt ov stuttir og eg kenni meg so sløva.

Fyri meg hjálpur tað at fríska upp mína útsjónd. Tað ljóðar kanska yvirfladiskt, men tá eg føli meg væl uttaná, fái eg meira sálarliga og kroppsliga orku. Og er tað nakað eg havi brúk fyri beint nú, so er tað júst tí. So í dag fari eg at skrubba meg væl og virðiliga, so eg verið klár at fara aftur til veruliga gerandisdagin í morgin, aftaná eina góða heystferiu.

Við hesum lekkra heimagjørda skrubbinum kanst tú eisini skjótt blíva uppfrískað. Hetta tekur einans fimm minuttir at gera og tað kennist himmalskt. Sooo eg haldi bara at vit fara vit í gongd!

Tilfar:

– ½ kopp av kokusolju

– 1 ½ kopp av sukur

– 1 spsk. piparmint estrakt

– 1 dropa av grønari fruktfarvu

1.stig

Blanda alt tilfarið saman í einari skál. Um blandið er ov tunt, koyr so ein hálvan kopp av sukri í afturat.

2.stig

Koyr skrubbið í eina vakra krukku við tøttum loki. Nú hevur tú títt heilt egna skrubb, sum tú kanst forkela teg við í vetur.

img_8500

Tip: Hetta kann saktans verða ein jólagáva til eina hepna kvinnu tú ert góð við. 

img_8493

M&K

Skriv et svar