DIY – Høvdalag (Headboard)

Tá vit fyri stuttum fluttu inn í nýggja íbúð, vóru tað nakrar ávísar verkætlanir, ið eg gleddi meg at sleppa í gongd við. Eitt av hesum var nemliga at gera sovikamarið ordiliga lekkurt.

Í gomlu íbúðini høvdu vit eitt sera lítið sovikamar. Vit høvdu nóg illa rúm fyri einum klædnaskápi og høvdu tískil hyllar hangandi uppi við loftinum. Hetta brúktu vit til goymslu av ymiskum. Puha.. man fekk mest sum ikki luft inni har, og eg vil siga at hetta ikki eru góðar umstøður, um man frammanundan svevur illa.

So tá vit leitaðu eftir íbúð, var tað umráðandi við einum luftigum og rúmligum sovikamari. Helst nú tá vit verða trý. Tað veit den, er tað nakað vit funnu, so er tað eitt perfekt sovikamar. Tað er stórt og við nógvum ljósi.

Eg havi leingi ynskt mær at tað skuldi verða rúm báðu megin songina, so man kundi hava hvør sítt náttborð. Øll ynskini blivu uppfylt, og nú kundi eg bara fara í gongd við at innrætta.

Sum flestu tykkara vita, so eru bæði maðurin og eg lesandi, so tað er synd at siga at vit svimja í pengum. Ikki tí, vit hava alt vit hava tørv á og meira enn so. Men eg royni altíð at finna bíligar loysnir, tá tað kemur til vørur, ið vit ikki hava brúk fyri, men heldur bara eru luksus ynskir.

Eg fann skjótt útav at tað sum á góðum føroyskum kallast eitt “høvdalag” kostaði millum 1000-2000 kr í handlunum. Puhaaaa…. Nåhh eg fór at googla, og fann skjótt útav, at hetta kundi eg saktans klára sjálv! Um tú eisini hevur hug at skapa eitt tílíkt høvdalag, so er bara at blíva hangandi. Tað tú hevur brúk fyri er:

  1. Træplátu. Vit keyptu eina sum var 140×120. Hvussu plátan sær út, hevur ongan týdning, tí hon verður klødd.
  2. Toy. Vel helst eitt toy, sum er groft. Spyr teg fyri, so skulu tey í handlinum nokk vegleiða teg til hvat hóskar og ikki.
  3. Skúm ella eina madrassu at leggja ímillum træplátuna og toyið. (um eg kundi gjørt tað umaftur, hevði eg valt eina tjykkri madrassu ella skúm, soleiðis at tað var bleytari at lena seg afturá, og eisini fyri at skapa meira djúpd)
  4. Heftipistól, sum minnir um eina klipsmaskinu, men sum man brúkar til at “skjóta” við.
  5. Papp, at gera knapparnar við.

Hetta er tað heila. Eg haldi eg roknaði meg fram til, at eg brúkti áleið 350 kr í alt til tilfarið.

Soleiðis gert tú:

  1. Legg fyrst madrassuna ella skúmið til træplátuna og fest tað aftanfyri við heftipistólini
  2. Legg nú toyið omanyvir og heft tað uppá sama máta. Toyið nýtist ikki at koma heilt niður, tí songin dekkar tann niðasta partin av træplátuni.
  3. Rokna nú hvussu langt tú ynskir ímillum hvønn knapp, soleiðis at tað verður líka at síggja til. Eg brúkti fyrst ein blýant at prikka við og síðani heftipistólina at festa við.
  4. Um tú (sum eg) ikki tímur at keypa 40 knappar, so kanst tú gera teir sjálv. Klipp papp á stødd við eina tveykrónu og klipp stoff á stødd við áleið eina fimmkrónu. Brúka límpistólina, til at líma toyið á við.
  5. Nú kanst tú við límpistólini, líma ein og ein knapp á har tú hevur trýst toyið inn við heftipistólini.
  6. Tadaaaaa, so lætt var tað!

Vit eru sooo glað fyri úrslitið og elska nýggja sovikamarið.

M&K

Skriv et svar