DIY – Lampuskermur til gentukamarið

Nú vóru tær aftur her.. ja hvørjar? PAPPÍRSBLÓMURNAR!!

Man skuldi næstan trúð, at eg hevði fingið nokk av teimum, aftaná at hava gjørt eina trilliard til brúdleypið, men nei.. Eg haldi enn at tær eru líka vakrar, og tær kunnu sum sagt brúkast til so nógv kreativt.

Hesuferð havi eg brúkt tær til at klæða ein lampuskerm. Hetta hugsi eg verða perfekt, til kamarið hjá dukkuni, heima í Føroyum. Tað má jú eisini verða hugnaligt hjá henni, tá hon skal verða hjá ommu og abba.

Ein vegleiðing til hvussu tú gert pappírsblómurnar er HER.

Síðani er bara at finna ein lampuskerm, ið treingir til at blíva uppfrískaður eitt sindur. Ansa eftir at frástøðan millum peruna og pappírsblómurnar, er nóg long, so tað ikki er vandi fyri at tað kemur eldur í. Nakað sum hóskar seg væl, eru t.d. ríspappír lampuskermarnir.

Brúka eina límpistól, til at festa pappírsblómurnar á lampuskermum. 

Tað er faktiskt alt hvat hendan fitta verkætlanin krevur og skermurin kann sjálvandi gerast í alskinsk litum. Tað avgerð tú sjálv, við hvørjari fruktfarvu tú litar við.

M&K

Skriv et svar