DIY – Manglar tær køkslampu?

Tú kanst fáa eitt sindur av náttúruni, heim í køkin.

IMG_8056

Eg vildi hava eina øðrvísi lampu yvir køksborðinum. Eg var úti í handlum og sá nógvar flottar. Mær dámar væl ljósakrúnur og aðrar pyntiligar lampur. Men onkursvegna kláraði eg ikki at taka avgerð um nakra lampu, sum mær dámdi best – tað er tá hetta hendir.

Vit framleigaðu eina aðra íbúð, áðrenn vit fluttu inn í hesa. Og ein dag, sá eg hesa træ greinina liggja uttan fyri, og har var eitt hol í hvørjum enda, so hon hevði verið nýtt til tílíkt upphang.

Vit festu tveir krókar upp undir loftið og síðani bant eg bandið í greinina. Lampan er snurrað rundan um greinina.

Fyri at tað skuldi fylla eitt sindur meira, so havi eg koyrt nakrar tunnar greinar rundan um tí tjúkku. Soleiðis kann eg heingja ymiskt pynt á. Beint nú eru tað nakrir “pom pom” sum eru slopnir upp at hanga. Hesar havi eg gjørt burtur úr serviettum, og síðani mála eitt sindur av gulli á kantarnar.

Eisini havi eg nøkur træ hjørtu og stjørnur og eitt gull stuðulshjarta fyri krabbamein.

Eg haldi hendan køkslampan gevur ein hita og hugna, sum mær dámar sera væl. So kann ein skifta prýðið út eftir árstíðunum.

IMG_8058

IMG_8055

M&K

Skriv et svar