DIY – Seingjarhimmal til barnakamarið

Enn einaferð mátti eg sjálv fara í gongd, tí eg ikki hevði hjarta til at gjalda tann dýra prísin, sum ein vakur seingjarhimmal kostar í dag. Altso, 500-600 kr.. er tað ikki í dýrara lagi? Tað haldi eg altso at tað er. Ja, okey, onkrir eru eisini fyri eini 300-400 kr.

Tað var so heppi, at eg tilvildarligt átti alt tilfarið heima. Eg keypi í heilum ymiskt til hondarbeið, sum so liggur í onkrum kassa, til eg finni útav hvat eg kann brúka tað til. So eg fann eitt hvítt toy við prikkum, sum eg keypti fyri 40 kr í IKEA. Tað ljósareyða toyið við fittu blondini, havi eg átt í fleiri ár og ongantíð vita hvat eg skuldi brúka tað til. Men nú kom tað alvorliga til sín rætt. Stálringin keypti eg í Søstrene Grene fyri jól, sum eg tá brúkti til jólaprýði.

Tilfar:

Bæði toystykkini eg brúkti, vóru áleið 1,7×2 m.

Útyvir toyi, hevur tú brúkt fyri einum stívum stálringi, sum tú skalt festa toyið á.

Nál og tráð

Ein krók at skrúða upp undir loftið.

Soleiðis gert tú:

Legg bæði toystykkini saman.

1,7 m er longdin á seingjarhimmalinum, sum hongur niður og 2 m er breiddin, sum tú faldar oman yvir stálringin. Legg 1 cm av toyi yvirum stálringin, falda tað og fest tað við nálum. Soleiðis heldur tú fram allan vegin runt um ringin.

Eitt gott hugskot fyri at toyið skal verða javnt deilt, er at festa tað fýra staðni á stálringinum við jøvnum millum rúmi, áðrenn tú festir restina. Tá alt toyið er fest javnt runt um stálringin, byrjar tú at seyma tað fast við hond.

Tá hetta er liðugt, klippur tú tveir langar traðrir. Fest ein tráð einu megin stálringin og so aftur við sama tráði beint yvirav. Ger tað sama við hinum tráðnum, bara soleiðis at teir krossa hvønn annan. Nú skuldi tú kunna hongt seingjarhimmalin upp, soleiðis at hann hongur í javnvág.

Tadaaa, nú er við at verða klárt.

M&K

Skriv et svar