DIY – spæliteppi til barnið

Sum áður sagt, njóti eg at hava barnsburðarfarloyvi og hugni mær við ymsum kreativum verkætlaðum. Eitt nú er svøvnurin byrjaður at halta, og tískil eru mangar nætur farnar, við at finna íblástur á eitt nú Pinterest. (um tú ikki hevur pinterest, so mást tú fáa tær tað. Har finnur man íblástur til alt ein kann hugsa sær).

Hesuferð bleiv tað til eitt fitt spæliteppi, sum dukkan kann liggja á, á gólvinum. Tú kanst keypa ótrúliga nógv fitt, men tað er bara okkurt sjarmerandi við at gera tað sjálv. Á henda hátt, kanst tú eisini skapa tær júst tað teppi tú droymir um, við vøkrum mynstri osf.

   

Tað var bíligt at skapa.. ja nógv bíligari enn eg hevði væntað. Nú var eg kanska eisini nokk so heppin, við at finna toy, sum var á útsølu. Eg valdi at hava tvær ymiskar síður, og ein felags kant.

Tilfar 

1×1 m gult toy (40 kr)

1×1 m mint grønt toy (60 kr)

1×1 m av plátuvatt (39 kr)

3,5 m band til kantin (20 kr)

So í alt bleiv tað 159 kr fyri hetta fitta spæliteppið, sum eg eri so glað fyri.

Tað er ov langt ímillum at eg dragi seymimaskinuna fram, og eg fekk hana bara ikki at rigga sum hon skuldi. Til seinast eydnaðist tað so endiliga at seyma toyini og plátuvattið saman, men kantin mátti eg bara seyma við hond. Ja, tolin trívst.

Soleiðis gert tú:

Tekna ein sirkul við ummáli á 1 metur, á bæði toy stykkini og á plátuvatti. Klipp síðani eftir hesum kantinum, soleiðis at øll stykkini eru líka. Legg nú tað gula stykkið við ranguni upp eftir, legg síðani plátuvattið, og enda við at leggja mynt grøna toyið ovast við røttu síðuni upp eftir. Fest nú allar kantarnar við nálum, so toyið ikki flytir seg tá tú fert at seyma.

Eg ætlaði mær upprunaliga at seyma nakrar linjur tvørturum og mótsætt. Hetta hevði givið eina vakra detalju, men av tí at seymimaskinan ikki vildi samstarva, legði eg hetta hugskotið frá mær. Hetta kanst tú royna, um tú ynskir.

Tá tú hevur seymað kantin á teppinum, kanst tú snøgga kantin við at klippa restirnar rundan um har tú hevur seymað.

Nú skal bandið festast. Tað er umráðandi at tað dekkar seymaða kantin, báðu megin teppið. Kanturin er nemliga fyri at geva teppinum eitt vakurt endaúrslit. Seyma nú eina beina linju eftir kantinum.

Tadaaa, og fitta teppið er liðugt!

 

Skriv et svar