DIY – Upphang til puslikrókin

Eg vildi fegin hava okkurt fitt og praktiskt til puslikrókin hjá okkum. Nú eg havi verið í barnsburðarfarloyvi, havi eg virkuliga hugnað mær við hesum DIY verkætlaðunum. So ístaðin fyri at keypa hetta, keypti eg heldur toy og seymaði tað sjálv. Eg hevði onga uppskrift, men gissaði meg eitt sindur fram, og eri soleiðis okey nøgd við úrslitið.

Eg veit ikki heilt hvat eg skal kalla hetta, men hetta má verða ein formur fyri goymslu/upphang. So málið var at seyma lummar á, har eg kann goyma ymiskt, sum man hevur brúk fyri tætt við pusliborðið.

Eg keypti eitt rættiliga tjúkt toy. Sjálvt flatumátið er 50×70 cm og tað havi eg lagt dupult, soleiðis at tað klárar at halda til eitt sindur. Stongin sum tað hongur uppiá, er ein træpinnur, sum eg havi málað.

Eg gjørdi lummarnar í ymsum støddum. Tá eg seymaði teir á, var tað umráðandi at minnast til at tað mátti verða eitt sindur av luft ímillum báðar síðurnar av lummanum, tí annars fekk eg ikki koyrt nakað í lumman. So eg gjørdi eitt lítið fold niðast á miðjuni, soleiðis at lummin puffaði eitt sindur út. (Spyr endiliga, um eg ikki dugi nóg væl at greiða frá hvussu eg havi gjørt).

Sum nú er, havi eg kanska meira pynta tað, heldur enn at koyrt tey praktisku tingini í. Men við tíðini fari eg nokk at finna útav, hvat vit ynskja at goyma í her.

Ljósareyðu hjørtuni havi eg eisini seymað. Har havi eg koyrt eitt sindur av vatt inn ímillum, so tey eru bleyt og lekkur.

M&K

Skriv et svar