Eg ❤️ Frozen Yogurt

Eg kann ómøguligt vera tann einasta sum elskar “Frozen Yougurt”!

image

Tað er heilt sikkurt ein av mínum yndis dessertum. Kanska eisini til morgunmat og døgurða. Tað góða við tí er eisini, at eg eti tað við nokk so góðari samvitsku, tí tað er væl sunnari enn nógvur annar ísur. Tá skal man sjálvandi minnast til at halda seg aftur, tá tað kemur til at fylla “toppings” á. (Ikki altíð líka lætt)

í Aarhus eru fleiri støð sum selja “Frozen Yogurt”. Eg eri so heppin, at hava ein av teimum bestu, beint runt um hjørnið, nemliga ketan “YoGo”.

Muuuuums! Bara tankin um tað!

Eg undrist á hví ongin hevur fingið hetta frálíka konseptið til Føroyar enn. Men kanska onkur fer at hoyra mína bøn! Eg krossi fingrar, bein og bibbur fyri at hetta er nakað vit eisini sleppa at uppliva í Føroyum summarið 2017 💕

Øll hava uppborið at hava “Frozen Yogurt” í sínum lívið!!

Skriv et svar