Eg haldi vit skulu fáa “Tøse Tirsdag” til Føroyar!

IMG_1883

Summarferian er av álvara byrjað, og tað bleiv millum annað, hátíðarhildi við at fara til Tøse Tirsdag, saman við einari vinkonu. Nú var hetta aðru fer, vit hava verið til hetta tiltakið, og trúgvi neyvan at tað var seinastu fer. Vit ELSKA tøse tirsdag!

Tað sum tiltakið inniber er:

Fyrsta týsdag í mánaðinum er Tøse Tirsdag.

Biografurin vísur ein “tøsefilm”.

Tiltakið er fyri kvinnur í øllum aldri.

Tað verður borðreitt við cider og nachos í forhøllini áðrenn filmin.

Í salinum verður trekt lut millum lekkrar vinningar.

Tú finnur smá gávukort og góðgæti á setrinum.

Síðani er bara eftir at “læne sig tilbage, og nyde rejsen”.

IMG_1878 IMG_1880

IMG_1887

Tað er bara okkurt serligt við, tá kvinnur møtast til eitthvørt. Eg haldi at nógvar kvinnur dáma kensluna av, at hetta tiltakið er BARA fyri kvinnurnar, og tað er fantastiskt. Har koma kvinnur í øllum aldri. Ungar sum gamlar og ofta sær man eisini, at tvær møðgur eru farnar út til eitt hugnaligt kvøld.

Tað sum eg hugsi, er at hetta krevur ikki so nógv, og eg haldi avgjørt at hetta burdi verið eitt tiltak í Havnar Bio burdi farið og hugsa um. Halda tit ikki eisini tað? Um eg var búsitandi í Føroyum, hevði eg heilt sikkurt viljað hjálpt til, við at fingið hetta upp at standa. Tað er sunt at hava tílík tiltøk. Okkurt at koma út til. Okkurt at fara til, við vinkonunum ella bindiklubba damunum.

Kvinna skipaði einafer fyri onkrum tílíkum tiltaki, í samband við at “Sex and the city” filmurin kom út. Men haldi tað er við at verða nøkur ár síðani. So nú er tíð uppá at onkurt tílíkt verður aftur. Tað er barasta soo hugnaligt!

Bonus-info – Tey koyra eisini við einum koncepti sum eitur “Macho Mandag”! Ímyndi tykkum! Mannfólkini eeeelska tað!

IMG_1886

IMG_1884Me_Before_You_(film)

Filmurin hesafer var “Me before You”. Áhh ein fittur filmur, sum er bygdur uppá bókina, við sama heiti. Eg  viðmæli heilt sikkurt, øllum kvinnum, sum eru  fan av tøsefilmum, at síggja júst hendan. Minst til lummaturriklæðið 😉

Eg hopi at vit fara at uppliva hetta tiltakið í Føroyum, einafer í framtíðini!

Skriv et svar