Eg havi meldað meg til “SKÍN ’17” hevur tú?

Tá eg sá uppslagið hjá Monu Breckman á facebooksíðuni hjá henni “Monafitness í London”, har hon boðaði frá nýggja skeiðnum “SKÍN ’17”, fekk eg alvorliga hug at koma í gongd aftur.

Nú vit eru í París, hava vit veruliga etið okkum um rygg! Buksurnar stramma og blusurnar eru eitt sindur stytri enn tær eiga. Alt kennist eitt sindur trongt og tað er onki deiligt. Eg havi sum so ikki nakran trupulleika við hvussu eg síggi út, tí tað snýr seg eisini um at lata seg í eftir sínum kroppsformi. So tá eg kenni meg eitt sindur chubbylicius, so tími eg ikki líka væl í strammar buksur, og velji heldur kjólar og niðurdeilar fram um.

Men hóast vit kenna okkum okey uttaná, so eru vit soo ótrúliga nógv betur fyri tá vit eta rætt, røra okkum og eru í kontakt við okkara kenslum. Vit hava jú tendens við at lata verða við at lurta eftir hvat vit veruliga vilja. Heldur taka vit avgerðir, sum eri stuttskygdar, og sum enda við at skuffa í tí langa endanum.

Við SKÍN ’17 , hava vit møguleika at gera hetta saman! Vit kunnu hjálpa hvørjari aðrari, tá vit eru við at missa móti og samstundis gleðast, lyftast upp og fáa íblástur tá tað gongur væl.

Hvat snýr “SKÍN ’17” seg um?

Mona hevur sett saman eitt fantastiskt skeið, sum varðar í seks vikur. Vit kenna allar til at fara uppá kur osf. Fyri mítt viðkomandi, kenni eg næstan eitt trýst á mær, at eg eigi at koma í toppform áðrenn brúdleypið! Hetta tími eg faktiskt slett ikki, men vil heldur venja meg við at verða glað fyri mín kropp, óansæð um eg havi eitt sindur ov nógv uppiá. Øllum hesum hevur Mona eisini fokus á. So útyvir at hon fer at ráðgeva um kost og rørslu, so verður eitt stórt fokus lagt á tann sálarfrøðiliga partin, og hvussu vit kunnu lata upp fyri øllum møguleikunum vit hava.

Vit kunnu nemliga klára soo ótrúliga nógv meira enn vit ganga og halda. Eg kenni í hvussu er til, at eg havi hug til at gera alt møguligt, men komi ikki altíð til tað.

Hvørja viku í skeiðnum, hevur Mona lagt eitt yvirevni sum fokus verður lagt á. Til dømis verður tað eina evni “dirvi” har vit sum luttaka, fara at fáa góð ráð, amboð og smáar uppgávur, sum skulu hjálpa okkum at flyta okkara mørk, og menna okkum sum menniskju. Eisini verða skulu vit liva uttan sukur í hesar seks vikurnar, tó sleppa vit at at unna okkum okkurt søtt eina ferð um vikuna. (Hetta verður mín stórsta avbjóðing!!)

Mona er sjálv við allan vegin, og er klár at svara spurningum 24/7, so hetta skal nokk ganga, og heilt sikkurt blíva stuttligt eisini!

Hví eg vil luttaka í “SKÍN’17”?

Eg havi verið sera dovin seinastu tíðina og havi ikki vant tað heilt stóra í 2017. Eg haldi hetta er ein frálíkur møguleiki, bæði tí at eg nú havi møguleika at gera tað saman við øðrum, og tískil trúgvi eg tað verður lættari at halda meg til ætlanina. Tað sum Mona bjóðar í skeiðnum, hevur eitt stórt virði, og hon bjóðar okkum øllum skeiðið fyri ein rímiliga bíligan penga. Hetta er ikki nakað, ið bara tekur eina viku at leggja til rættis. Her er nógv arbeið og áravís av royndum, sum Mona vil deila við okkum. Við í skeiðnum fáa vit sjónbond við venjingum til hvørja viku, vit fáa ljóðfílar við mennandi tosi og tónleiki + kostráð, vegleiðing, hugskot, ráð osf.

Hetta er snøkt sagt for gott at siga nei til.

Eg gleði meg soooo nógv at byrja mánadagin!! Hevur tú hug at verða við? So trýst á leinkjuna HER, og tú kemur inná facebook bólkin hjá Monu. Annars kanst tú melda teg til við at senda eini boð til Monu á monabfitness@gmail.com.

Eg komi at deila mína uppliving á SukurSøtt, so tit kunnu sleppa at fylgja við!

Komið avstað við tykkum! Ímyndi tykkum hvussu nógv kann broytast uppá seks vikur??!! Vit fara allar at skína tá juni mánaðin kemur.

M&K

Skriv et svar