Eg hevði lagt tónleikin á hillina, men so..

Síðani eg var heilt lítil havi eg sungið. Minnast tit hasar “Vinarbøkurnar”, sum øll høvdu fyrr. Har man kundi skriva í hjá hvørjum øðrum, svara spurningum, festa eina mynd osf. Tá skrivaði eg altíð at eg ynskti at verða sangari, tá eg bleiv stór. Eg var eitt sindur flov av hesum.. veit ikki ordiliga hví. Kanska tí hetta var so øðrvísi, í mun til hvat hini svaraðu. So viðhvørt skrivaði eg bara at eg vildi verða frisør, tí tað plagdi systir mín at skriva.

Eg slapp at liva sangdreymin eina løtu, tá eg var við í gentubólkinum FAROE 5. Ein sera stuttlig og lærurík tíð. Útyvir at vit vandu nógv, lærdi eg eisini nógv um hvussu nógv tað krevur av einum, um man veruliga ynskir at satsa uppá tónleikin. Tað er ein beinhørð vinna, og man skal veeeeruliga vilja tað. Tað snýr seg um at finna útav hvat man vil við tónleikinum.. Vil man bara syngja tí man dámar tað? ella fortelja eitthvørt við sangunum man syngur? vil man bara gera festligan tónleik, sum skapar góðan hýr? Tað kann verða so nógv, ið motiverar. Fyri meg er hetta eitt sindur torført at svara uppá. Men at syngja er nakað ið hvussu er gevur mær gleði, og nú eisini gevur mær og lítlu Hansu Salomu nógva gleði saman. Vit brúka nógva tíð, hvønn dag við sangi og tað ger altíð lagið betur. Men ja, tað er langt frá at ganga og tralla nakrar falskar tónar her heima, til so at fara víðari til at taka upp osf. Men jólini nærkast, og er tað nakað eg altíð havi droymt um, so er tað at taka ein jólasang upp í studio.

Hendan myndin er tikin áðrenn eina konsert í Eydnuni á Oyrarbakka í 2008/2009. (helle vit vóru kular haa?) 😉 

Eg havi verið við at tikið onkran jólasang upp og tað var so hugnaligt. Vit í FAROE 5 sungu “Her hjá mær” og so tóku vit eisini “Ljós innan í” upp, saman við fleiri øðrum føroyskum sangarinnum. Bæði løgini eru á jólafløguni hjá Kvinna. Hetta eru longu nógv ár síðani, men so brádliga hendi okkurt.

Ein dagin eg stóð undir brúsuni, kom eitt lag til mín. Eg gjørdi skjótt av, snurraði handklæðið rundan um meg, og rann inn í kamarið har keyboardið stendur. Eg skundaði mær at finna akkordirnar og nynna lagið. Sigurd kom eitt sindur undrandi inn í kamarið (altsooo, hví situr tú her í berum handklæði??) Hehe.. men soleiðis er tað, man má fyri guds skyld ikki gloyma lagið, tá tað fyrst kemur til ein. Sjálvt um tað krevur at avbróta brúsuna og lata alt gólvið gerast vátt.

Eg byrjaði at skriva tekstin, og gjørdi av at tað skuldi verða ein jólasangur. Síðani fekk eg tvær vinkonur at hjálpa mær at skriva tekstin lidnan. (altíð smart at venda tað við onkrum øðrum, og fáa fleiri oyru og eygu at hyggja og lurta).

Áðrenn eg visti av, hevði eg biðið mær tíð í studio!

Hetta er sum at skula læra at súkkla um aftur. Eg havi verið í Introvers studio hjá Hans Poulsen, tí eg visti at har fór eg at verða í tryggum hondum. Hann er ekstremt dugnaligur, so hetta hevur verið ein løtt tilgongd. Hann vann nemliga “Ársins framleiðari” á FMA 2018 og stendur aftanfyri nógvar av vælumtóktu sangunum sum runga í útvarpinum.

Eg havi verið so forbiði heppin at fingið fíggjarligan stuðul frá Sunda kommunu og Skálavíkar kommunu. Fantastiskt at tey vilja stuðla mær í hesari verkætlanini, og tað eri eg soo takksom fyri.

Tað hevur verið læruríkt og avbjóðandi, men samstundis ótrúliga stuttligt. Í gjárkvøldið fekk eg endaliga úrslitið av sanginum og eg eri soo væl nøgd. Ihhh eg eri spent at vísa tykkum hann. Eri eg púra svøk at gera sovrigt ímeðan eg eri í barnsburðarfarloyvi?! Tað halda summi sikkurt. Men eg skal siga tykkum tað, at gerast mamma, hevur givið mær eina heilt nýggja drívmegi. (Hetta má eg koma inn aftur á seinni).

Náhh, men sangurin kemur út um heiiiilt stutta tíð! og hvør veit, kanska tit sleppa at hoyra hann eitt sindur fyrr enn hini? Eg vóni at tit fara at taka væl ímóti honum.

M&K

Skriv et svar