“Eg leggi onki í søtt” soleiðis plagar Mamma at siga..

IMG_8044

Eg havi tíanverri ongantíð verið sum mamma, á hesum økinum.

EG ELSKI BOMM!

Eg kundi liva av bommi! Morgun, dag og kvøld! Altso tað er stravið. Onkur sigur at man skal fáa eitt natúrligt forhold til bomm. Hvussu? Eg eri bundin at tí. (Í hesi løtu, siti eg við einari skumfidus í munninum, hahah..)

Sum tú sært á myndini, havi eg keypt mær penar glaskrukkur, at hava bomm í. Eg veit ikki hví eg fór at hugsa, at tað var eitt gott hugskot, at nýta bommið sum pynt! Men ja, so nú kann tað standa har og arga meg aaaallan dagin! Eg royndi at keypa følsk bomm at koyra í krukkurnar, men tað hevur ikki eydnast mær enn.

Men nú er vikuskifti, og tá er lov at eta bomm! Ella hvussu gert tú? Etur tú eisini bomm allar dagar? Veist tú um nakran, sum veruliga bara eftir bomm í vikuskiftinum, ella bara ein dag í vikuni?

Eg havi so ofta leita eftir kunning um hetta á netinum, og kom faktiskt framm á eitt innslag, sum eg helt ljóðaði nokk so áhugavert. Her bleiv skotið upp, at ein javnstillaði inntøkuna av søtum, við at venja. Sum eitt dømi, at um eg veit at eg skal í ein føðingardag týsdagin, so fari eg at venja hendan dagin, so eg kann loyva mær sjálvari at hugna mær við køku o.ø. í føðingardegnum. Ella at eg hugsi um at eta sunnari hendan dagin, áðrenn eg fari í føðingardag, so eg ikki fari yvirum kaloriu inntøkuna, sum eg skal halda meg til.

Hetta ætli eg mær at fara at royna.

Hvat riggar fyri teg?

M&K

Skriv et svar