Eg tók av og leiðin gongur til..

Andaman Cannacia Resort & Spar – Phuket, Thailand.

Ohh dear! ja, tað passar! Leiðin gongur til Thailand. Tvær vinkonur og eg tóku snakkin í álvara og bíløgdu bilettir til hetta vakra staðið.

gallery_thailand-destination-hkt_kbv-kata-beach-andaman-cannacia-resort-spa_pool_0278022_1601290642gallery_thailand-destination-hkt_kbv-kata-beach-andaman-cannacia-resort-spa__0278006_1601290642 gallery_thailand-destination-hkt_kbv-kata-beach-andaman-cannacia-resort-spa__0278035_1601290642 gallery_thailand-destination-hkt_kbv-kata-beach-andaman-cannacia-resort-spa_balcony_0278040_1601290642

Vit hava leingið snakkað um at tað er upplagt at fara at ferðast í januar mánaða, tá vit hava frí í so nógvar dagar. Hví tað bleiv til Thailand, er Kristine at takka.

Tað hevur slett ikki verið í mínum tonkum at fara til Thailand. Tað er jú næstan hinumegin jørðina og eg sum eri bangin at flúgva.. haha.. tað verður stuttligt at sita við síðunar av mær í teir ellivu tímarnar tað tekur at koma fram. Til alla lukku er helvtin av flogurinum um náttina, og við mínum góðu svøvngávum, satsi eg uppá at eg sovni.

Um eg skal vera heilt erlig, so veit eg ikki so nógv um Thailand (enn). Eg havi tíbetur tveir mánaðir at finna útav øllum eg vil vita. Myndirnar vís mær í hvussu er at har er ótrúliga vakurt. Eg sá eisini at hotellið bjóðaði spennandi útferðir, har ein millum annað var at vitja fílar og gera thailendskan mat saman við lokalum íbúgvum. Tað vil eg sooo gjarna! Eg ímyndi mær eg fái eitt ordiligt sjokk tá eg komi yvir har, tí eg havi ongantíð áður verið so langt burtur og vitja eina mentan sum er so øðrvísi enn tann eg livi í. Men tað er tað sum eg gleði meg allar mest til. Sum eg skilji á lagnum, verður man ongantíð liðugur við at vitja Thailand, tí har er soo nógv at síggja og uppliva.

Vit vildu gjarna fara á eina oyggj eitt sindur uttan fyri Phuket, so tað ikki vóru soo nógv ferðafólk. Men hvat, vit rendu okkum í eitt so gott tilboð, at vit valdu at taka av. Tað er ótrúligt at man kann sleppa soo langt fyri so lítlan penga, tá vit í desembur gjalda líka nógv, bara fyri at koma til Føroyar! (Lat meg ikki byrja uppá hetta kjakið.. hendan frúðan var ikki blíð tá bilettirnar heim til Føroyar skuldu bíleggjast frá Atlantic!) Negativitetin til síðis og aftur til Thailand túrin!

Vit verða har beint yvir eina viku og fara at ráhugna okkum. Fyri meg er tað umráðandi at hava okkurt at gleða meg til. Nøkur siga “jamen tú skal liva beint nú og ikki hyggja so langt fram”. Men tað at eg havi spennandi ætlanir longur frammi, gevur mær so stóra gleði í gerandisdegnum. Tað ringasta eg veit, er at standa í stað. Eg vil flyta meg, læra nýggj ting og fáa nýggjar upplivingar. Við at leggja ætlanir, so nái eg sooo nógv meira. (Ja, eg eri blivin eitt sindur donsk við at hava kalendara osf. 😉 Men tað riggar og síðsta vika í januar er fult bookað við massar av sól, hugna og Thailand.

Hetta verður heilt víst ein uppliving eg ongantíð fari at gloyma og tað er tí eg fari. At eg so kann uppliva hetta við tveimum góðum vinkonum, ger tað enn meira spennandi. Tað er eisini avbjóðandi at ferðast saman sum vinkonur fyrstu ferð, men tað skal nokk ganga. Eitt opið sinn og ein jaligan hugburð, so gongur tað nokk.

Um tú hevur okkurt gott ráð, til hvat er eitt must at síggja ella gera í Thailandi, so vil eg meira enn gjarna hoyra frá tær! <3

M&K

Skriv et svar