Eg var fimtan og hann sekstan..

“VIÐ OPNUM ØRMUM” 

Wuhuuuu, nýggjur tónleikur!!

Hendan útgávan, er ein liveupptøka, sum bleiv tikin upp í Raclip Studio. Hendan upptøkan er longu eitt ára gomul, men vit hava ikki lagt hana út til almenningin, fyrr enn júst nú. Eg var so heppin at fáa Astu og Hallgerð at syngja kór, og Magnus rokkaði tangentunum.

Eg geri ikki so nógv við tónleikin longur, tí beint nú er mítt høvuðsfokus á øðrum tingum. Eg tori væl at viðganga, at eg syngi karaoke heima í stovuni. Haha.. tað er fantastiskt! Helst ímeðan eg havi lisið til roynd, hevur tað verið ein trúfastur táttur, tá eg havi tikið mær ein steðg.

Eg eri ordiliga spent at vísa tykkum hendan sangin. Eg blívi altíð eitt sindur nervøs, tí eg føli meg so nakna, tá eg sjálvt havi skrivað sangin. Tað er júst sum eitt lítið barn, sum brádliga skal út í víðu verð, at royna seg. So eg hopi tykkum dáma hann.

Ein serligur sangur

Eg skrivaði sangin, stutt aftaná sjeikurin og eg komu saman. Soooo eg var mega forelskað. Eg minnist tað so væl. Hetta var tá eg búði í Keypmannahavn. Hann búði á Tietgen kollegienum. Kollegie hevði eitt gigantiskt flygul, sum eg plagdi at snýkja meg at spæla á. Ljóðið frá hesum stóra djórinum, fylti alt hetta lítla rúmið. Eg sat har, púra vekk, í mínari egnu boblu. Oyjøø sum tað kitlaði í búkinum, av forelskilsi.

Eg var júst komin úr einum forholdi, so hvørki eg ella hann, helt at eitt nýtt forhold,  var nakað serliga smart at róta seg í. Men viðhvørt, hevur man ikki ræðið á tí. Og tað er tað hesin sangurin snýr seg um. Vit møttust fyrstu fer, tá eg var fimtan og hann sekstan. Síðani tá, hevur tað altíð verið eitt ella annað serligt ímillum okkum, sjálvt um vit ikki blivu par fyrr enn tíggju ár seinni. Sputnik sigur tað so væl “Tú dregur meg sum ein magnetur” og soleiðis kann bandið ímillum okkum lýsast. Eg kláraði rætt og slætt, ikki at siga nei, nú hann stóð beint framman fyri mær. Og hetta hevur víst seg, at verða besta vali eg nakrantíð havi tikið.

Tað er faktiskt nokk so stuttligt, at lurta eftir sanginum nú. Okkara forhold var so nýtt tá, men tað passar sum eg sigi. Hann hevur veruliga fingið meg at Elska, Droyma og Liva. Hvat meira kann man ynskja sær? Oyjøssus navn, hetta bleiv ein ordans kærleiksváttan! Nú verður hann nakað flovur stakkalin. Men sum onkur plagdi at siga; ongin tekur skaða, av for nógvum kærleika.

Eg hopi tit dáma sangin og tit skulu verða hjartans vælkomnar at deila hann!!

M&K

Skriv et svar