“Eg var um 12 ára aldur. Buksurnar vóru ljósareyðar, langar, við víðum brókum”

Ljósareytt var og er mín yndislitur..

img_5906

Sum sagt, so elski eg leygardagar! .. Men hvør ger ikki tað?? Eg var í hesum báðum settunum í gjár. Tvey av mínum yndissettum <3

Tá eg var lítil og/ella yngri, fóru vit ofta til “Tarzan” sum mamma plagdi at kallað tað. Haha… “Tarzan” var til “Havnar”. (Eg veit ikki hvar navnið er komið frá). Náhh, men vit hugdu ofta í handlar osf. leygardagar.. áhh eg helt tað vera sooo hugnaligt. Helst tí tá vit so ikki fóru, so minnist eg leygarmorgnarnarar verða brúktar til reingerð. Soo tað var lætt hjá mær at velja, hvat eg helst vildi. Mamma tímdi væl at hyggja eftir klæðum og hon hevði eisini tol til at lata meg sleppa at hyggja. Eg var í sjeynda himli! Mín yndis handil var “Daddan”. Áhh tey høvdu so nógv úrvæl. Eg var ikki kløn. Eg var ikki long. So tað var til tíðir trupult hjá mær at passa tað sum eg ynskti mær. Hehe.. eg minnist mammu siga “Eg skilji ikki hví tey skulu gera klæðini bara til strikir! Hví gera tey ikki eisini til tey sum hava eitt sindur uppiá?”. Náhh, men har bleiv ongin bøn hoyrd. So eg mátti bara eina stødd upp, og so kundi mamma leggja buksurnar upp í staðin fyri.

Eg haldi ikki at vit keyptu so nógv klæðir ígjøgnum árið. Eg minnist hvat mamma plagdi at siga tá eg spurdi “Mamma, kann eg fáa hetta?”. Eg royndi at finna mítt fittasta smíl fram og tí ljósastu stemmuna eg átti. Men svarið varð ofta “Ikki í dag…” og eg visti væl hvat hetta merkti. Ikki í dag = ongantíð. MEN .. Eg fekk eitt nýtt sett hvørji jól og hvørja Ólavsøku. OMG! Tá visti eg at eg slapp inn at velja mær eitt heilt sett, frá topp til tá. Við skóm og alt. Ihhhh!!

Tað er eitt sett sum eg minnist best! Tað valdi eg mær til jólar. (Men eg fekk TVEY sett hetta árið.. Altso halleluja, eg havi verið heppin). Eg giti at eg havi verið um 12 ára aldur. Buksurnar vóru ljósareyðar, langar, við víðum brókum. Blusan var eisini ljósareyð og skein. Tað var kanska eitt sindur disko yvir henni. So vóru tað skógvarnir!! Svartar høghalaðar leður stivlar. OMG! Eg føldi meg sum eina verðinsdamu. Eg var fyrstu ferð í settinum til jólahaldið í skúlanum. Tit vita, tá man skuldi spæla sjónleik osf. Áhh gud, og so hevði eg ein langan svartan leðurjakka niður um knæ. (Hann náði tú meg!) Eg havi sæð nakað gott út altso. Pent ella ikki, eg var hvussu er vælnøgd við mítt ljósareyða sett og jólini vóru bjargaði.

Eg havi altíð elskað ljósareytt og tað kemur ikki frá fremmandum. Mamma elskar eisini ljósareytt. Heima við Norðskála hava vit ljósareyðar veggir í køkinum. Ikki pang, men pastel ljósareytt. Ihh.. so pent! So síðani eg var heilt lítil, so hevur mær dámað ljósareytt.

So í gjár tá vit skuldu fara út at spasera í býnum, fáa okkum ein góðan bita og hyggja í onkrar handlar, fór eg í mítt fyrsta ljósareyða sett. Sjeikurin kallaði meg “nonnan” í hasum settinum. Um tað var hárbandið, ommukjólin ella samansetingin av báðum, sum hevði skyldina í tí, veit eg ikki rættiliga. Men eg eri so glað fyri handan kjólan. Hann hevur eitt so pent blómumynstur, hann er behagiligur at vera í og so dámar mær væl “ommu” sniðið.

Vit fóru á “date” um kvøldið, so tá vildi eg gjarna skifta í okkurt annað. (Eg kundi gott skift fleiri ferðir um dagin. Bara tí eg haldi tað verða stuttligt). Tað ER altso virkuliga lekkurt, at hampa seg, føla seg væl og at føla at man hevur gjørt okkurt burturúr. At tað so aftur bleiv eitt ljósareytt sett, var eitt sindur tilvildarligt. Eg keypti faktiskt ljósareyða leðurjakkan á loppumarkna seinasta vikuskiftið og hann havi eg verið glað fyri.

Eg haldi tað vera stuttligt at snolla meg og at vera kreativ við samansetinum. Og ja, kanska nøkur halda at eg eri ør, at fara í eitt ljósareytt sett. Men tað er í fínasta ordan, tí eg haldi eisini at tey sum ganga í svørtum frá topp til tá hvønn dag, eru eitt sindur ør. So tað má eftir hondini vera ein góð javnvág har.

Eg ynski tykkum øllum ein framúrskarandi sunnudag. (Eisini teimum, sum ætla sær í svørt klæðir í dag)

M&K

Skriv et svar