Eg vil takka Trump – so leingi hann ikki verður valdur

Politikkur hevur ongantíð fangað meg.

Eg havi oftað haft hug at fingið skil uppá hvat allir flokkarnir standa fyri osf, men tað er altíð dottið burtur ímillum alt hitt, sum eg haldi vera meira áhugavert. MEN hvat? Brádliga vaks áhugdin fyri amerikanska president valinum og TV2 News er vorðin mín yndis kanal… við Donald Trump sum ein av president kandidatunum, havi eg ikki klárað at latið vera við at hugt. Ja, keðiligt at mín áhugi fyri politikki skuldi byrja uppá hendan mátan, men soleiðis er.

At síggja debattirnar ímillum tey bæði, er sum at síggja grovastu reality sendingarnar. Spilla hvønn annan út, trýsta hvønn annan niður fyri at hevja seg sjálvan upp. Eg haldi ikki at tey bera seg nakað serliga fyrimyndarliga at, og tað er spell. Faktiskt skomm at ein persónur sum skal stýra landinum, ikki hevur meira virðing fyri sær sjálvum og setur eitt so vánaligt dømi út til fólkið.

trump__clinton

Tá tað er lagt til síðis, so hevur tað verið ótrúliga áhugavert og spennandi at fylgt við. At landið er so splittað og at síggja hvussu stórur partur velur Trump, er mær ein gáta. Tað sum hann leggur fram, er í mínari verð langt úti. Men eitt skal hann eiga, at undirhalda tað dugur hann. Øll hansara andlitsúttryk eru bara at flenna eftir og hvussu hann jabbar um tað sama tvætlið om og om igen. So hann burdi bara fari aftur til sína vinnu sum leikari í onkrari sending, har hann kann spæla klovn.

Ikki tí, eg eri heldur ikki stór fan av Clinton, men haldi tó at hon hevur nøkur góð hjartamál. Men tað er lætt at lova gras og grønar skógir, men at seta alt í verk er ein onnur søga.

Tað sum eg sakni við báðum kandidatunum er nærvera. Obama hevur eina ótrúliga nærveru tá hann talar. Man sær næstan ígjøgnum hann, tí at hann hevur seg sjálvan við og er ikki bara ein robottur, sum einans sigur tað ið hann burdi. Eg merki onga nærveru frá Trump og Clinton. Eg síggi bara tvey øgiliga desperat menniskju, sum vilja vinna líkamikið hvat tað krevur. Ikki tað, man má siga at tað er eitt starv sum nógv vilja trákkast eftir.

Eg havi glett meg til 8. novembur í nakrar mánaðar eftir hondini, so hetta verður ein long nátt, og eg eri sooo spent.

So eg vil fegin siga takk til Trump fyri undirhaldið hann hevur borðreitt við. Men eg krossi alt eg krossa kann, fyri at hann ikki verður valdur til president!

Gott val! Bæði har heima við komunuvalinum og til tey ið fylgja við tí amerikanska president valinum.

M&K

Skriv et svar