Ein andlitsmaska fyri sømiligan prís

Eg hevði hug at forkela mína húð áðrenn Ólavsøku, og skundaði mær inn á nethandilin hjá THE BODY SHOP. Har fann eg millum annað, hesa andlitsmaskuna. Eg royndi hana beinan veg, og húðin virkaði so frísk aftaná.

Hesa kann man brúka tríggjar ferðir um vikuna, og man sær úrslitið beinan veg.

Maðurin er uttanlands í arbeiðsørundum, og tá vit snakkaðu á facetime tann dagin eg hevði brúkt maskuna, segði hann at eg sá eitt sindur annarleiðis út, og at eg sá so frísklig út!!! Tað MÁ hava verið maskan! juhuuuu!!

Í samstarv við THE BODY SHOP, havi eg í samband við ólavsøkuna, fingið loyvi at geva tykkum eina avsláttar kotu til nethandilin hjá THE BODY SHOP. Tá tit hava fylt vørurnar í kurvina og skulu til at gjalda, kunnu tit skriva SUKURSOTT18 í teigin, ið eitur “PROMOTIONAL CODE” og soleiðis spara 15% av samlaða prísinum. Bílegg vøruna áðrenn kl.10 og fá hana sama dag.

So nú er bara at skunda sær inn at bíleggja, so hava tit vøruna í morgin. Tað blívur ikki nógv lættari.

Góða Ólavsøku, M&K

 

Skriv et svar