Ein heppin vinnari er funnin!

So bleiv fjóri sunnudagur í advetn, og samstundis jólaaftan. Desembur mánaður er flogin avstað, men hevur inniborið alt tað góða, sum vanligt.

Hesa vikuna hevur kappingin um uppihaldið fyri tvey á Hotel Skálavík koyrt við rúkandi ferð, og undirtøkan hevur verið metstór. Skálavík er eitt deiligt stað og ikki minst hotellið. Eg havi verið har nakrar dagar, nú eg kom heim til Føroyar. Altso altso, snakka um at sleppa burturfrá. Har fær man ordiliga slappa av og verið til staðar. Nakað ið nógv óivað kenna tørv á, eftir ein mánaða, fyltan við tiltøkum og øðrum. Men vit fáa bara sent tvey avstað við hesi kappingini, men verð ikki bangin, HOTEL SKÁLAVÍK hevur altíð nógv góð tilboð. So um tú ikki ert hepni vinnarin, so kanska tú kanst unna tær sjálvum hesa gávuna. Tú sært eitt gott yvirlit júst HER

Túsund takk, til øll tykkum sum hava luttikið. Mest av øllum, takk til HOTEL SKÁLAVÍK, fyri at stuðla við hesum megnar vinninginum.

Hetta var sum sagt, seinasta lúkan í adventskalendarinum hesuferð. Tað hevur verið stuttligt at sæð stóru undirtøkuna, og eg havi lagt til merkis, at nógv nýggj andlit eru løgd afturat fylgjaraskaranum. So vælkomin til tykkum.

Nú til vinnaran! HJARTALIGA TILLUKKU TIL RAKUL JAKOBSEN! Tú hevur vunnið eitt vikuskifti fyri tvey á HOTEL SKÁLAVÍK!

Tú kanst seta teg í samband við SukurSøtt umvegis facebook síðuna, ella inni á her.

Vónandi verður tú glað fyri hesa eyka jólagávuna og vit ynskja tær eini gleðilig jól.

M&K

Skriv et svar