Ein kjóli, try sett!


Hey fittu damir!

Í 2010 gekk eg á tekniska skúla í Tórshavn, og fekk prógv sum make-up artist og stylecoach. Hetta kennist sum ein øld síðani, men okkurt situr eftir í minninum. Eg haldi so avgjørt, at tad var har eg hoyrdi at:

“Fyri at umganga eitt “feilkeyp”, tá tú keypir eitt nytt plagg, skalt tú hugsa um try ymisk sett (sum tú eigur framman undan), sum hetta plaggið kann setast saman vid.”

1dress3sets final

Eg haldi hetta vera eitt frálíkt rá. Sum sæðst á myndini, havi eg valgt ein blomstruttan kjóla, og roynt at sett try ymisk sett saman. Tad ræður bara um, at tora at royna nyggj ting. Tú kanst sagtans rigga væl, sjálvt um, tad tú ert í,  ikki er á móta beint nú. Fyri meg, velji eg heldur okkurt sum mær dámar, og sum riggar til mína persónligheit og stíl. 

  • 1.mynd. Her valdi eg eitt avslappa sett, vid sokkabuksum og einari cowboy skjúrtu uttaná. Sloyfan í hárinum, gevur settinum eina fitta detalju. Hetta setti er super til ein vanligan skúladag, til kaffi vid einari vinkonu ella líknandi.
  • 2.mynd. Her valdi eg eitt meira summarligt look, vid berum beinum. Hvítu sandalirnar eru femininar og belti um miðjuna setur fokus á taljuna, og gevur eitt pent skap. Cowboy jakkin er ein góð kontrast, og gevur lookinum eitt lítið rátt pift. Hetta settið riggar væl, tá vit fara at nærkast summarinum.
  • 3.mynd. Her valdi eg eitt meira kul look. Økulstivlarnir og svarti jakkin vid leðurlook ermum, setur tað ráa í kontrast vid tann søta kjólan. Fánaða ljósareyda turriklædid, gevur settinum eitt meria fullkomið look.  Hetta kundi eg gott farið í, um eg skuldi til drinks vid vinkonunum. 

Eg haldi hetta vera sera stuttligt. So sleppur man eisini undan, at hvønn morgun, standa í tvístøðu, um hvat man skal lata seg í. Vónandi fekk tú íblástur, til at royna at skapa nyggj sett, heima í tínum klædnaskápi.

Ver vælkomin at viðmerkja og deila tíni hugskot, undir her! Eg gleði meg at síggja 🙂

M&K

Skriv et svar