Ein lítil nýggheit! #egsegðija

Eg havi eina lítla nýggjheit, sum eg havi glett meg at fortelja tykkum um. Tá eg segði ”lítil” meinti eg at eg havi eina ”yvirdrivið, mega, gigantiska, elefantstødd, kempi, bumbistóra nýggjheit” !!!

O-M-G! Eg skal giftast!

(Nú vit skulu giftast, kunnu tit gott sleppa at síggja hvør “sjeikurin” er, og hevur verið alla tíð. Hopi ikki at hann angrar, tá eg fortelji at hann liggur á SukurSøtt! haha.. )

Hóast tað eru nakrar vikur síðani vit blivu ringforlovaði, so havi eg ikki vant meg við tankan enn! Vit skulu giftast! Eg skal verða kona hansara! O-M-G, eg verði verðandi á hesum ljósareyðu skýnum, tí her er faaantastiskt! Tað er rætt og slætt so óveruligt.

Hvar skal eg byrja? Hetta hevur verið mín dreymur, síðani eg var lítil. Tá hevði eg ikki ánilsi fyri, hvussu tað einaferð fór at kennast. Tá var tað bara ein dreymur, eitt ævintýr, nakað óveruligt, sum hendi í teknifilmunum. Men nú er tað veruligt! Eg havi leingi ímyndað mær, hvussu tað fór at kennast tá tað fór at henda. Mín gleði kann ikki lýsast við orðum. Tað einasta eg kann lýsa tað við, er ”yvirflóð”. Yvirflóð av kærleika, gleði, vón og trúgv. Eg royni at taka alt inn til mín, tí hetta er eitt fantastiskt tíðarskeið í mínum/okkara lívi. Ein løta vit altíð fara at minnast og hyggja aftur á. Tá hann fór á knæ, blundaði eg, tí eg ynskti at tíðin skuldi standa still. Eg visti at vit ongantíð fóru at fáa hasa løtuna aftur, og eg vildi bara minnast hvønn smálut, áðrenn eg segði JA!!!! Tað var uttan samanbering, besta løtan í mínum lívi. Eg dansaði, sang og flenti allan vegin heim. Júst sum tá prinsessurnar í teknifilmunum, dansa á tá, í teirra stóru kjólum og fínu stilettum. (eg var tó í mínum heita vetrarjakka og nike skóm). Men tað hevði ongan týdning! Alt annað var líka mikið. Tað einasta eg sá var Sigurd, okkara framtíð og vøkru diamantarnar sum glitraðu á mínum ringfingri. Eg eri skelkað yvir at hann hevur klárað at valt hendan ringin sjálvur!! Hetta er akkurát ein ringur fyri meg, og eg klári slett ikki at lata vera við at hyggja niður á hann. Hetta er vakrasti ringur, eg havi verið nærindis av.

Fyri nøkur kann tað tykjast líka mikið at giftast, men ikki fyri meg. Kanska tað botnar í, at eg seti stóran prís uppá at kenna meg trygga. Eg kann nokk hava tendens til at verða ósikkur, uttan at eg havi orsøk til tað. Men eg vil bara giftast einaferð, og tá eg segði ”ja” meinti eg tað. Eg segði ”ja” til altíð, allar ævir, tí tað er onga staðni eg heldur vil verða. Tað tykist sum, at fleiri ikki trúgva uppá hjúnarband longur. Áhh frata, eg haldi tað verða trist! Fólk keða seg so lætt í dag, alt blívur keðiligt, og vit eru blivin so von við at alt kann skiftast út. (ja, eg havi sjálv verið har). Um vit gerast móð av onkrum, jamen so vilja vit heldur hava okkurt annað. Hetta er tað lætta valið, men hetta er ein ónd ringrás, sum ongan enda fær. Hetta er í flestu førum, ein stutt og snavurskygd gleði. Prøva og hugsa um eitt mál, okkurt sum var stravið, avbjóðandi, sum tú mátti arbeiða leingi fyri røkka. Tá tú kom á mál, tá kendist tað gott ha? Fyri hvørja mótstøðu, kendist tað enn betur. Tað at vinna á mótstøðuni, og koma víðari, er ein sigur. Betur enn tað sum bara kemur til okkum, sum er lætt og ikki kravdi so nógv av okkum. At halda seg til avgerðina man hevur tikið, er nógv toførari enn at geva upp. Tað koma nógvar mótstøður og nógvir niðurtúrar. Einki forhold er feilfrítt. Tað er eisini ótrúligt, at tað yvirhøvur ber til, at liva saman við einum øðrum menniskja ha? Vit eru jú øll soo ymisk. Vit hava øll okkara egnu hugsunarháttir, undarligu vanar og sjálvsøknu ynskir. At vit so klára at møtast á miðjuni, og elska og virða eitt menniskja, er í sær sjálvum stórt. Eg trúgvi tó uppá at tað ber til, men eg kenni onkuntíð at eg má verja mína hugsan, tí hjúnarskilnaðar-tølini hava verið vaksandi í so nógv ár. Tíðirnar eru eisini broyttar nógv, og samstundis hava vit fingið nógvar nýggjar tørvir, sum fólk fyri 50 árum síðani, onki vistu um. Fólk ynskja nýggjar siðvenjur og forholdini í dag hava sínar egnu reglur. Hetta haldi eg eisini vera fínt. Vit hava rætt til at kenna okkum frí. Gleði og eydna er ein sjálvmerkt kensla. Mær dámar tó væl gomlu siðvenjuna at giftast. At velja hvønn annan, lova okkum at verða har, bæði í ljósareyðum og myrkareyðum tíðum. Eg haldi tað er umráðandi at vit minnast til áhaldni og at halda fast. Ikki bara tá tað kemur til forhold, men við øllum. Vit koma ongan veg, um vit geva upp, tí havi eg soo stóra virðing fyri pørum, sum hava verið saman í nógv, nógv ár.

Eg kann líka so væl vera erlig og siga, at eg eisini gleði meg so ótrúliga nógv, til allar fyrireikingarnar, sum fylgja við tá ein skal giftast. Dreymurin var jú ikki bara at blíva gift. Eg eri jú ein genta (omg, skjótt kona!!), og havi altíð droymt um brúðarkjólan, pyntið, veistluna og alt tað. Tá eg byrjaði á handilskúlanum, var tað tí eg vildi sleppa at lesa til ”Event koordinator”, so eg kundi leggja brúldleyp til rættis fyri onnur. Sum kunnugt fór hendan ætlanin í vaskið. So hóast eg valdi at lesa sálarfrøði, so sleppi eg at planleggja okkara brúdleyp. (og frata tað eru nógvir smálutir, sum ein skal hava stýr á!). Men eg gleði meg sooo sooo nógv! Altso, soooo nógv!!!

Um tit hava onkur góð ráð, so taki eg gleðiliga ímóti. Øll tip verða móttikin við hjørtum, tí hetta er fyrstu ferð eg skal planleggja eitt brúdleyp, soooo ja! Ihhhh…. Og finna kjólan! Ohh dear, hvussu klárar man at handfara allar summarfuglarnar og samstundis náa alt? Haha.. hetta verður eitt øgiligt sirkus! Eitt kærleiks sirkus. Haha… eg eri nokk tað man kallar ein ”hopeless romantic”. Men veist tú hvat? Tað er slett ikki vónleyst. Nú havi eg mítt heilt egna ævintýr, og tað er veruligt. Tað ER veruliga veruligt! Endiliga havi eg funnið mín besta vin, mítt yndis menniskja og tann einasta eg ynski at kalla mín. Eg kundi ikki ikki verið glaðari og hetta er bara byrjanin.

M&K

Skriv et svar