Ein ósunnur kroppur, er sum eitt óruddiligt heim

13323939_10154281460788856_34939491_o

Eg havi ofta gingið og hugsað, hví tað er so umráðandi at verða góð við sín kropp. Hví man skal eta sunnan og góðan kost, og hví man skal røra seg osf. Eg havi ofta kent meg býtta at brúkt tíð uppá at venja, tí mítt samband við venjing, hevur altíð verið fyri at tapa meg. Tískil havi eg hugsað “Hallooo ikki verða so býttislig, at brúka tíð uppá at venja, baara tí tú vilt blíva klænri”. Málið hevur jú altíð verið at lætna í kilo’um, og ikki fyri at betra um heilsuna. Og tað er her eg havi misskilt okkurt.

Teir seinastu tveir mánaðarnar havi eg vant fleiri ferir um vikuna og etið sunnan, góðan og vælsmakkandi kost. Eg havi eisini etið okkurt svans inn ímillum, men ikki í somu mongdum sum áður. Og ongantíð havi eg havt tað so gott í mínum kroppi fyrr. Eitt er tað, at man kennir seg betur uttaná, men nú hugsi eg meir um innan í. Hetta fekk meg at hugsa..

Ein ósunnur kroppur kann samanberast við eitt óruddiligt heim. Man klárar at liva í einum óruddiligum heimi, MEN tað er ofta stravið. Man rennir seg í taskuna sum liggur á gólvinum. Tað er stravið at koma framat í vaskinum, tí uppvaskið frá fyrradegnum fyllur alt vaskið. Klæðini á gólvinum í kamarinum, gera at man ikki fær gingið yvir til songina, uttan at ganga upp um eitt fjall.

Soleiðis hevur kroppurin tað eisini, tá hann ikki fær góðan mat. Tá eg át ósunnan mat og ikki íðkaði, hevði eg ofta pínu. Øgiliga ofta pínu í búkinum. Eg føldi meg upp blásta. Eg kundi eisini hava so kraftig stingir í búkinum. Tað ávirkaði onkuntíð so nógv, at eg mátta fara heim frá vinkonum osf. Kroppurin hjá mær var óruddiligur. Eg rendi meg alla tíðina inn í okkurt, sum gjørdi gerandisdagin stravnari enn neyðugt. Kroppurin er ikki gjørdur til at fyllast við ósunnum, viðgjørdum matvørum.

Í gjárkvøldið ótu vit so okkurt lekkurt, og aftaná eina tílíka máltíð merkti eg aftur ampa í mínum kroppi. Kroppurin segði beinan veg frá. Eg havi funnið útav at tað umráðandi at lurta eftir kroppinum, og um tú, eins og eg merkir tílíka pínu í tínum kroppi, so viðmæli eg tær heilt sikkurt til at broyta tín lívstíl.

At liva sunt er ikki nakað hokus pokus. Ein noyðist ikki at fara til kostráðgeva, fáa matætlan, venjingarætlan osf. Tað blívur so møtimikið tá man skal gera so nógv burturúr. Ein onnur loysn, sum eg haldi er nógv betur, er rætt og slætt at man sjálvur hugsar seg um. Tey flestu av okkum vita nøkunlunda hvat er sunt og hvat er minni sunt. Ein noyðist ikki at sýla nakað burtur, men et minni av tí ósunna og meira av tí sunna.

Aftaná eina tíð, fert tú heilt sikkurt at merkja mun, og tað er ein fantastisk kensla. Tað einasta eg angri, er at eg ikki havi livað soleiðis fyrr enn nú. Eg havi so nógv meira orku og eg fái so nógv meira burturúr mínum gerandisdegi. Eg eri enntá blivin morgunmenniskja, nakað eg aldrin trúði var gjørligt!

So nú er slutt at liva í einum óruddiligum ósunnum kroppi. Kroppurin er okkara allar fyrsta heim. Eitt heim sum eisini skal ruddast og vaskast. Eitt heim sum vit ongantíð sleppa undan. Tað fer at fylgja okkum so leingi vit liva, tískil mugu vit ansa eftir tí. Kroppurin er ikki sum eitt ítøkiligt hús, tað kann ikki skiftast út, tá húsið blívur eldri. Tí er tað okkara uppgáva at halda kroppin við líka.

Ver góð við teg sjálva.

M&K

Skriv et svar