Ein pakkakalendari til barnið – við upplivingum

Er tað nakað børnini hava tørv á, so er tað tíð saman við foreldrunum. Ja, og um vit vita tað ella ei, so er tíðin saman við børnunum, eisini tað ið gevur okkum foreldrum størstu gleðina. Um jólatíð er sera nógv at fara til, tískil gerast nógv strongd, og hava minni yvirskot. Krøvini í dag eru jú so ekstrem. Foreldrini skulu við til allar aktivitetir hjá børnunum, til øll jólahald, og ikki at gloyma allar freistingarnar sum eru til tey vaksnu.

Tað er nokk nógv ið kenna seg aftur í, at tíðin ikki røkkur til. Kvalitets tíðin heima við hús er kanska ikki so nógv, tí tað er so nógv annað at náa. So í staðin fyri at keypa 24 pakkar, til ein pakka kalendara, hví so ikki heldur gera ein “pakka” kalendara, har barnið hvønn dag, tryggjar sær kvalitets tíð saman við einum av foreldrunum. Eg kom at hugsa um hetta, tí eg so gjarna vildi gera ein pakka kalendara til Hansu Salomu. Men kom so at hugsa um, at slett ikki hevur skil fyri hvat hetta gongur út uppá. Og at keypa henni 24 pakkar, er fullkomiliga nyttuleyst. So kom eg á tað hugskotið, at eg heldur kundi gera ein kalendara við upplivingum, sum henni dámar. So kundi ein triðingur verði gávur og tveir triðingar upplivingar. Nú er tað kanska eitt sindur avmarkað, hvat man kann gera við einum so lítlum barni, men her koma nøkur hugskot.

Tað kundi verið at:

  • Fara í baðikar
  • Svomið
  • Gjørt onkra kroppsliga venjing, sum er góð fyri hana
  • Givið henni hennara yndismat
  • Ein trillitúr, har hon kann sita uppi og hyggja
  • Sungið góðar sangir

Soleiðis hevði hon blivið forkelað, við kvalitetstíð saman við okkum.

Eg hugsi at hetta er enn meira upplagt við eldri børnum og tá blíva vælmøguleikarnir eisini fleiri. Børn eeeeelska tíð saman við foreldrunum og tí verður hetta heilt sikkurt nakað ið kann gera desembur mánaðin enn meira hugnaligan. Tað kann hugsast at børnini líka skulu venja seg við ein tílíkan kalendara, tí “hini” fáa “gávur” í sínum pakka kalendara. Men skít verði við tí.. Greið barninum frá, hví tit velja at royna nakað nýtt í ár, so skal barnið nokk skilja tað. Um ikki beinan veg, so kunnu tit hava eina evaluering aftaná jól, og finna útav um hetta er nakað ið kundi verið gjørt aftur.

Hugskot til eldri børn:

  • Svimja saman
  • Baka saman
  • Lesa bøkur saman
  • Hugt eftir yndis filmi saman
  • Fari í fjøruna saman
  • Gjørt døgurða saman, har barnið sleppur at velja hvat
  • Klipt jólapynt saman
  • Sungið jólasangir (lært barnið onkran nýggjan)
  • Fari ein gongutúr/súkklutúr/skreiða saman
  • Fortalt barninum, hvussu tú upplivdi jólini tá tú vært sama aldur sum barnið
  • Fari í biograf saman
  • Pynta jólatræið saman

Hvat heldur tú um hetta hugskotið? Dugur tú at ímynda tær at hetta hevði riggað í tykkara húsarhaldið? Og hevur tú nøkur góð ráð ella hugskot at leggja afturat, so kom endiliga við teimum. Legg eina viðmerking her á bloggin ella til facebook leinkjuna.

M&K

Skriv et svar