Ein turrur týsdagur ..

Er tað okey at verða rotin viðhvørt? Áhh harra jesus, “rotin” kann ikki ein gongd dekka yvir tað eg eri í dag.

Eg havi tendens til at siga “ja” til ov nógv í senn. Skuldi tað verði rætt, burdi man einans haft fokus á skúla, tá ein lesur á universiteti. Tað er so bumbinógv at lesa, at onkuntíð er tað so møtumikið, at eg slett ikki klári at byrja. Men eg royni .. tá eg so eri komin í gongd, finni eg útav hvussu torført nógv av tí er. Tískil burdi man brúkt enn meira tíð uppá tað. Men hvat? Tað eru sooo nógv onnur ting man eisini vil! Og ofta geri eg tað. Tað er aftaná tílík tíðarskeið, at eg kann hava hug at liggja í songini í fleiri dagar. Tað blívur snøkt ov nógv av tí góða. Ímeðan tað stendur uppá, er tað faktiskt deiligt. Men so til síðst, er orkan uppi! Tá er stravið at skula løða kroppin og sinnið upp aftur.

Er tað bara eg, sum havi tað torført við at halda meg til eitt ting í senn?

Tað er so nógv annað, umframt skúlin. Tað er eitt arbeið her, eitt der og so tað triðja onkra aðra staðni. Alt tað kreativa viðvíkjandi blogginum, er so hugnaligt, at tað er næstan mítt frírúm. Tað er her eg veruliga geri tað mær dámar. Uttan at fáa nakað afturfyri. Bara hugurin, sum drívur verkið. Í mun til okkurt av hinum.. Í skúlanum er tað endaúrslitið, sum kemur at ávirka framtíðina hjá einum. Til arbeiðis er tað lønin, sum ger at gerandisdagurin hongur eitt sindur betur saman.

Tað eru so nógv ting vit gera, sum einans eru fyri endaúrslitið. Tað er sjálvsagt gott at kunna hyggja frameftir, og tryggja sær eina góða framtíð (sum tá fer at gleða ein). Fólk plaga at siga “Vígdis.. hav nú fokus á skúlanum og lat hitt liggja”. Jú, mær dámar væl lívið sum lesandi, mær dámar væl sálarfrøði, og kundi ikki hugsað mær at lisið nakað annað. Trupulleikin liggur í, at tað eru ikki øll, sum eru “skúlamenniskju” (sum eg plagi at kalla tað).

Eg klááári ikki, at mínir dagar bara skulu snúgva seg um bøkur. Lesa, lesa og lesa. Tað riggar bara ikki til mín og tað er ikki tað, sum gevur mær gleði. Tí geri eg eisini alt hitt. Alt hetta tilsamans, er perfekt! (til tað inn ímillum flýtur yvir). Tí samstundis, sum at bøkurnar viðhvørt eru mín fíggjandi, so njóti eg at læra. Áh helle eg eisini blívi glað, tá eg havi sitið á bókasavninum ein heilan dag. Men er tað ikki umráðandi, at tað eisini er tíð at gera tey tingini, sum geva einum gleði beint nú?? fx. at baka, gera okkurt kreativt, hugna sær, fara út við vinum osf… Vit hava jú ikki ánilsi fyri, um vit verða her, tá vit einaferð náa endaliga úrslitinum vit arbeiða fram ímóti. Tí haldi eg gott, at man kann fylla dagarnar við eitt sindur av gleði, sum er stuttskygd.

Hehe.. Hvussu gera tit? Eg hevði so ynskt, at eg kundi hildið meg til eitt í senn, men tað verður nokk ongantíð eg.

So nú situr man her.. tekur synd í sær sjálvum, tí man hevur tað sooo stravið!! 😉 Sjálvgjørt er vælgjørt.. Og tað gongur nokk yvir. Tað er eisini umráðandi, at geva sær sjálvum loyv at vera rotin. Ein kann ikki altíð verða fullur av orku og klára at taka ímóti øllum, sum verður kastað ímóti einum. Sooo hetta verður bara ein turrur týsdagur. Morgin dagurin, kann so ikki blíva verri.

So leingi ein ikki blívur turrari, enn turri fiskurin, sum liggur í køliskápinum! haha.. Hava tit nøkur góð ráð?

Eg hopi at tit hava haft ein deiligan dag!

M&K

Skriv et svar