Eitt lítid sindur søtari..

Logo minni tynnri cropEg havi valt at mín bloggur skal eita SukurSøtt, tí tað lysur væl mín smak og stíl. Tað verða tó ikki bara søt innsløg at finna, men eisini annað í fyllur mín gerandisdag.

SukurSøtt er, fyri meg, eitt deiligt orð. Hevði verðin bara altíð verið sukursøt.. Nei, so hevði eg nokk saknað tað sterka, beiska, fríska, súrliga og alt annad dryss ið har tilhoyrir! Mín verð er ikki altíð sukursøt, men onkuntíð er hon! Og tá hon er .. so njóti eg tað alt eg kann.

Ljósareytt er og hevur altíð verðið mín yndis litur. Tann ljósareyði liturin stendur millum annað fyri gleði, positiviteti, eydnusemi og kærleika. Lýsingar id nærum øll ynskja, hava ein stóran tydning í dagligdegnum.

Pastel litir, blondir, blómur, tyll, glimmur og gull fangar altíd mítt eyga. Jú søtari, jú betur. Eftir mínum tykki, verður tað ongantíð ov søtt. Ótilvitað verði eg drigin at hesum lutum. Tad gleðir meg, lyftir meg upp, fær smílið framm á mínum varrum. Fantastiskt!

Um tú eisini er til tann søta stílin, ella leitar eftir íblástri til eitthvørt, so skalt tú verða hjartans vælkomin, at fylgja mínum bloggi.

M&K

This entry was posted in Um meg.

Skriv et svar