Skalt tú eisini gera heimið reint vikuskiftinum?

At halda heimið reint, er kanska ikki tað sum man heldur er allar stuttligast, men tað skal eisini gerast.

Fyri meg er tað ofta nakað eg geri í vikuskiftinum, og ongantíð nakað eg síggi fram til. Men fyri at gera tað lættari og stuttligari, so havi eg gjørt hetta arkið, soleiðis at eg kann halda stýr á, hvat skal gerast hvønn dag, hvat einafer um vikuna osf.

Eg havi printað mær tað út og koyrt tað í eina rammu, soleiðis at eg síggi tað hvønn dag. Fyri meg er tað hugaligari at hava tað á skrift, og at tað samtíðis kann síggja vakurt út.

 

reingerð pdf fra sigurd minni

Kanska hetta eisini kann hjálpa tær, við tínari reingerð. Nú havi eg haft tað hangandi í eina tíð, og eg haldi tað hevur gjørt ein mun. Hesin listin av tingum ið skulu gerast, skal ikki verða ein byrða, men ístaðin ein daglig áminning, at um man ger eitt sindur hvønn dag, so er tað lættari í báðum endum.

Tú ert vælkomin at printa tær eitt eintak!

Gott vikuskifti og góða reingerð.

M&K

Skriv et svar