EMMYS 2016 – Mínir yndis kjólar

Áhh eg elski at síggja stjørnurnar á “the red carpet” (á føroyskum “reyaða langmotta, gólvdregil, langteppi) so eg haldi meg til tað enska! “Emmys 2016” var í nátt og tað er ein av heilt stóru prís tiltøkunum, sum bleiv hildið í Los Angeles. Emmy er í sama báti  sum Oscar, Tony og Grammy Awards, men har Emmy hevur fokus á “Excellence in the televisionindustry”, so seriur, sendingar osf. Eg sá ikki sjálvt showið, men eg fari altíð inná ymiskar heimasíður, at hyggja hvat stjørnurnar vóru í.

Har vóru nógvir vakrir kjólar at síggja, og her er ein listi við mínum TOP 3.

nude-farva

3.pláss

 Liz Hernandez er í einum vøkrum einkultum nude kjóla. Kjólin situr væl og hon klæðir sooo væl litin. Tað at hárið og chokerhálsketan situr sum tað skal,  ger eisini nógv fyri hennara look. Hon er í kjólanum, kjólin er ikki í henni. So tí fær hon triðja pláss.

mandy-moore-651528e0-9c6d-4777-bc64-f54e68b3b80f

2.pláss 

Mandy Moore. Áhh hvørja ferð eg síggi hana, so hugsi eg aftur um tíðina tá “A walk to remember” var mín yndis filmur. Tað eru við at verða nøkur ár síðani. Náhh, men eg haldi at gult er eis soo flottur litur. Mær dámar væl sniðið á kjólanum og flesarnar og so riggar hon ordiliga væl í honum.Wauuuw!!

kristen-e94a509a-e07d-411e-9dcf-c1c0c8e3331f

And the winner is…..

Kristen Bell!! Fyri meg, var tað onki at ivast í at hon hevði vakrasta kjóla. Nude littur við blómumynstri. Tá blívur tað ikki nógv betur. Útskeringin á kjólanum er so flott. Hennara ljósa hár flýtur næstan saman við kjólanum, og sum heild er hetta bara eitt perfekt look! Wuhuuuuu!

Takk fyri hesuferð Emmys. Tað er altíð ein fragd!

Hvønn kjóla dámdi tær best?? Tú kanst millum annað síggja teir her http://www.usmagazine.com/stylish/pictures/emmys-2016-red-carpet-fashion-photos-w440446

M&K

Skriv et svar