Endiliga kann eg kunngera..

Eg kann endiliga fortelja tykkum um samstarvið sum eg havi gjørt við Á tilboðsblaðið.

Á blaðið

Eg bleiv so yvirraskað og glað tá eg bleiv spurd um at verða ein partur av Á tilboðsblaðnum. Eg má viðganga at eg ikki ordiliga skilti hví tey valdu júst meg til hesa uppgávuna. Men aftaná at hava práta við tey og hoyrt hvat teirra hugsan var, dugdi eg væl at síggja at hetta kundi blíva eitt gott samstarv. Eg elski jú at gera mat, so hetta er perfekt. Men óansæð, so bleiv eg eitt sindur nervøs, tí eg varð bangin fyri ikki at liva upp til teirra vantanir. Eg vildi sjálvandi ikki skuffa tey. Eiheldur vil eg skuffa lesaran ella meg sjálva. Men tey hava verið so fitt og hjálpsom. Alt hevur gingið eftir ætlan og mítt fyrsta íkast er ein partur av tilboðsblaðnum, sum kom út í gjár.

Mær dámar væl avbjóðingar, og royna nýggj ting, so hetta er ein upplagdur møguleiki. So restina av árinum, komi eg at standa fyri at bjóða lesarunum eina nýggja uppskrift í Á tilboðsblaðnum.

14001677_10154498595553856_728660856_o

Eftirsum at summarferian er av og fólk fara aftur til arbeiðis og í skúla, valdi eg okkurt sum eisini var hóskandi til matpakkan. Eg havi ofta gjørt hesar eggjamuffurnar heima við hús, og mær dámar tær so væl. Eisini er hetta ein hampiliga sunn máltíð, sum liggur løtt í maganum. Um tú ikki eigur alt tilfarið sum stendur at skula í, kanst tú sagtans skifta tað um við okkurt annað grønmeti.

Eg vóni at tit taka væl í móti hesum og taki gleðiliga ímóti hugskotum og ynskjum um komandi uppskriftir.

M&K

Skriv et svar