Er aldur bara eitt tal?

So bleiv eg 27 ár!

Ongantíð áður, havi eg hugsað so nógv um mín aldur. 27 ár.. onkursvegna kenni eg meg gamla. Eg royni at billa mær inn, at tað er tí eg lesi saman við so ungum fólki. Jaa, tað má verða tað!

Men á hinari síðuni, so havi eg ongantíð áður kent meg so glaða. So um gleðin veksur, saman við árunum, so havi eg nógv at gleða meg til! Eg velji hvussu er at hátíðarhalda at talið, sum vísur mín aldur, veksur.

Fotorfødag collage

Nú á mínum 27 ára føðingardegi, var aftur forkeling á skránni. Eg eri júst sum eitt barn, tá ið eg havi føðingardag, og tí verði eg ofta eisini við farin sum eitt barn, hendan dagin. Eg havi gingið og talt niður hvussu nógvar nætur eg skuldi sova og eg má helst ikki vita hvar gávurnar verða goymdar, tí so klári eg ikki at halda mær, frá at pakka upp. Eg bleiv yvirraskað frá morgni til myrkurs. Við fløggum, morgunmati, blómum, gávum, tekningum, brøvum osf. Hvussu eg havi forkent hetta, fari eg ongantíð at skilja. Tí minnist eg til, at vera takksom fyri alt eg havi og fái. Eg sigi við sjeikin, meðan vit sita á einari fínari matstovu her yviri, at eg eri klár uppá at alt nokk ikki fer at ganga eftir ætlan í framtíðini. Eg eri klár uppá at okkurt óvantað, keðiligt, tungt og stravið fer at henda. Tí man kann ikki verða heppin á øllum frontum. Fyri meg, kann tað ikki bera til, tá so nógv onnur stríðast við pínu og sorg.

Eg minnist, tá eg var lítil, at eg altíð gekk og leitaði eftir gávunum. Eftir hondini visti eg hvar mamma og babba plagdu at goyma tær. Oftast innast í skápinum, har babba’sa klæðir hingu. Og eg gloymi ongantíð, tá eg fylti sjey ár. Eg vaknaði til at fimm gávur ið stóðu á rað, á gólvinum í kamarinum. So tað er kanska ikki undarligt, at eg eri so glað fyri føðingardagar. Tað hevur altíð verið nakað serligt, heima hjá okkum.

Mamma gekk og stákaðist, gjørdi alt ov nógvar køkur og húsið skuldi verða í tipp topp standi, áðrenn gestirnir komu. Hjá okkum var tað tó babba, sum stóð fyri at pynta føðingardagskøkuna. Hann dugdi og dugur enn væl at tekna, og tá kundi man ikki bíleggja, hesar fínu køkurnar, við printaðum myndum á, so hann útfoldaði síni kreativu evnir. Við glasuri og bommi, teknaði og skapaði hann figurar. Ein nýggjan figur hvørt ár. Onkursvegna situr høgguslokka figururin fastur í minninum. Nógv er broytt og í dag fylla tankarnir nógv á mínum føðingardegi!

Á mínum føðingardegi, dámar mær at hyggi aftur á tað sum er farið og inn í framtíðina. Hvat havi eg upplivað hetta árið? Havi eg flutt meg? tikið góðar avgerðir? blivin betur? gjørt tað eg elski? fylgt mínum hjartað? arbeitt hart? verið góð við tey rundan um meg? Hetta haldi eg, er ein sunnur máti, at verða í kontakt mær sjálvari, og seta nýggj mál fyri komandi ári.

Tað er hent nógv hetta árið, men mest eru tað tey smáðu tingini sum eg taki við mær. Samrøður og lærdómar. Nýggjar hugsanir og hugsunarháttir. Góðar avgerðir. Eg eri millum annað byrjað uppá mína dreyma útbúgving, flutt til nýggjan bý og ikki at gloyma, havi eg sett hol á mína byrjan sum bloggari. Eitt sera umráðandi eg havi lært í ár, er at gleði er nakað ein kann velja, og hvussu nógv vakrari verðin er, tá ein velur gleði. Og at enda takksemi. Fyri meg er takksemi alt. At tey rundan um meg, vita at eg eri takksom fyri at hava tey, tað er mest umráðandi.

Eg gleði meg longu at fylla aftur, men tað er kanska í so tíðliga at byrja at telja niður!

 M&K

Skriv et svar