Er tað okey at vera heimkær?

Eg kann onkuntíð kenna tað pínligt, at siga tað hart. Men mítt yndis stað er veruliga okkara íbúð í Aarhus. Okkara heim, okkara bobla. Tað er fantastiskt, at vit megna at byggja okkara egna reiður, har vit koma at trívast so væl. At hava sítt egna heim, má verða eitt tað besta, við at gerast vaksin. Tað er eisini her, vit gerast sjálvstøðug og finna okkara egna smak og livihátt. Vit skapa okkara egnu vanar. Endiliga eru tað vit, sum ráða, vit sum avgera hvat skal á nátturðaborðið, hvønn veg wc’rullan skal venda.

Nú eg eri lesandi, havi eg rættiliga nógva tíð heima. Eg eri ikki ein av teimum, sum nýtist at hava ætlanir alla tíð. Eg fái stress bara við tankan um, alt tað mínir flokksfelagar hava á skránnið uppá eina viku. Ein av mínum vinkonum nevndi ein dagin, at hon fram til juni mánað, bert hevði eitt vikuskifti tókt. Ha???!! Eg spurdi hana um hetta var vanligt? Jújú, soleiðis var tað bara. Hetta við at alt skal leggjast til rættis fleiri vikur fram, havi eg ikki tikið til mín enn. Eg vil viðganga, at ein fær nógv burturúr, við at leggja sær ætlanir. Eg trúgvi ein nær meira, men eg ivist í um man veruliga er til staðar í støðuni. Men um ein er vanur við at foreldur og umhvørvið skipar seg soleiðis, so blívur hetta eisini tað “vanliga” fyri ein. Men hetta er í hvussu er ikki tað vanliga fyri meg. Eg havi brúk fyri at verða til staðar og faktiskt ein tørv á at verða bráhugsin og eisini at hava tíð aleina viðhvørt. So í mun til fyrr, dugi eg nú betur at njóta mína egnu samveru. Men onkuntíð hevði eg ynskt, at eg hevði ein tørv á, at koma meira út. Eg má tó viðganga, at mín sosiali tørvur er broyttur nógv við tíðini.

Tá man var yngri, vildi man verða nógv úti og sosialisera seg. Hetta er ein natúrligur partur av at vera tannáringur. Man er jú so forvitin. Tá liggur nógv virði í sosialu samveruni, og man vil gjarna verða sum hini. Eisini tá man blívur eitt sindur eldri. Oysuss eg minnist væl hvussu ræstleys eg bleiv, tá fríggjakvøldið kom. Eg hevði altíð ein tørv, á at okkurt øðrvísi skuldi henda í vikuskiftinum. Onkursvegna vóru dagarnir mitt í viku kanska keðiligir, og tí vóru vikuskiftini hæddarpunkt aftur ímóti. Man vildi sleppa út í býin, út at eta og so framvegis. Tað eru sanniliga nógv góð minnir frá tíðini, tá man var runt um tjúgu ára aldurin. Eg eri eisini glað fyri at hava upplivað tann partin. Tá høvdu allar vinkonurnar ikki maka, og vinarlagið spældi ein størri leiklut. Vinalagið fylti meira, men á ein heilt øðrvísi hátt. Vinarskarin var kanska størri, og ein hevði tendens til at vilja kunna siga at ein hevði nógv vinfólk. Nú virðismeti eg nógv heldur míni tøttu vinabond. Tey ið eru bygd á álit, og har ein veruliga kann vera ein sjálvur.

Men vit vilja gjarna verða meira sosial ha? Tað er líka sum tað, sum er best hóskandi í samfelagnum í dag. Vit royna at vísa, at vit hava vinnfólk og kenningar. Hetta skal lýsa, at vit eru vældámd av øðrum og tí geva okkara persóni virði. Hetta er ikki bara tíðandi í okkara frítíð, hetta er eisini ein sigandi faktoror, tá vit søkja nýtt starv. Í dag er tað ikki nøktandi, at einans duga tann fakliga partin. Vit skulu bæði verða dugnalig til tað formliga og tað sosiala. Hetta kann vera øgiliga trupult, fyri ein persón, sum ikki er sosialur. Tað er jú so nógvur munur á, hvussu fyritøkur rekast í dag, í mun til fyrr. Í dag skal man samskifta og frástøðan millum hægsta og lægsta persón í fyritøkuni er ikki eins stór. Í flestu størvum skulu vit duga at samskifta, og tey ið koma til starvssamrøðu við hesum eginleikanum, hava óivað størri tjans at fáa starvið. Soleiðis er tað nú einaferð í 2017, um vit ynskja tað ella ei.

 So um vit skulu taka atlit til, hvussu umhvørvið hjá okkum er, er tað heilt víst ein styrki, at stimbra tað sosiala í okkum. Menniskjað er jú tann mest sosial veran, sum er til. Men tann sosiali tørvurin kann eisini broytast nógv ígjøgnum lívið. Nøkur steingja seg inni, tá tey hava tað ringt, har onnur gera tað mótsætta. Nøkur eru sera sosial í summarhálvuni, men fara mestsum í dvala um veturin. Eg kann gott fanga meg sjálva í at hugsa “Vígdis, tú burdi farið út í kvøld. Tú burdi farið við til handan føðingardagin osf”. Tað er altíð hugnaligt tá eg eri komin avstað, men viðhvørt havi eg heldur hug at verða heima. Men tað skal eisini verða okey, ikki at hava ein yvirdrivið sosialan tørv.

At síggja til, eru mínir dagar ikki altíð serliga spennandi. Men fyri meg skal tað ikki so nógv til, fyri at eg hugni mær heima. Kanska baka okkurt lekkurt, gera góðan døgurða og morgunmat (omg eg bara hugsi um mat!!) haha.. Nei ikki bara. Eg finni altíð uppá okkurt at gera. (tími ikki so væl at rudda, so tað kundi eg blivið betur til). Onkursvegna fær mítt hugflog altíð eitt spark í reyvina tá klokkan er farin av 22.00, so tá kann eg fáa nógv burturúr. Fríggjakvøldið á miðnátt, sat eg á stovugólvinum og málaði hyllar. Tað er tá eg hugni mær allar mest. Eg eigi altíð nakrar smáar dósir av máling liggjandi, so eg altíð kann finna pensilin fram. So sjálvt um nógv binda eitt fríggjakvøld, við at okkurt serligt og áhugavert skal verða á skránni, so er fríggjadagurin faktiskt júst, sum allir hinir dagarnir. So óansæð hvør dagur í vikuni tað er, so trívist eg heima hjá okkum.

Einaferð hoyrdi eg ein siga “Tá ein ikki hugsar um, um tað er týsdagur ella leygardagur, tá hevur ein tað gott”. Hetta hevur sitið fast í mær síðani. Tað hevur onki at siga, um tað er ein vanligur vikudagur, ella tað er vælumtókti leygardagurin. Um ein trívist í sínum arbeiði, ella dagliga virkni, hava allir dagar líka stóran møguleika at verða besti dagurin í vikuni. Tað ræður um, at fylla hvønn dag við góðum tilfari.

Vit brúka stóran part av lívinum heima hjá okkum sjálvum, tískil haldi eg tað verða umráðandi at vit eisini njóta tað.

Hvat dámar tær best? Ert tú ein av teimum, ið oftast reikar úti, ella dámar tær eisini væl at diggast heima?

M&K

2 comments

  1. Sonja says:

    So samd, so samd ❤ mær dámar oysni væl at “diggast” herheima p.s. Man noyðist jú at hava okkurt lekkurt at eta, fyri at hygga sær, annars er tað einki hygg

    • Vígdis says:

      Hehe… tað er júst so Sonja 😉 Helst í vikuskiftinum, tá ber ikki til, at onki søtt eiga heima 😉

Skriv et svar